Fleiri enn 300 suðurkoreanar, sum fyrr í vikuni vórðu handtiknir av amerikansku innflytaramyndugleikunum í Georgia, kunnu skjótt fara umborð á eitt flogfar til Suðurkorea.
Suðurkoreanarnir arbeiddu á eini bilbattaríverksmiðju, sum Hyundai og elektronikkframleiðarin LG eiga, tá teir vórðu handtiknir undir eini rannsókn.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Leyslatingin og heimflytingin av suðurkoreanarunum er úrslit av samráðingum millum Suðurkorea og USA.
Seinastu mánaðirnar hava amerikanskir innflytaramyndugleikar (ICE) fleiri ferðir gjørt rannsóknir móti tilflytarum, sum hildið verður at vera ólógliga í USA.
Myndugleikarnir hava millum annað gjørt rannsóknnir á arbeiðsplássum við útlendskum starvsfólkum.
Rannsóknin á bilbattaríverksmiðjuni í Georgia hevur ført til hægsta talið av handtøkum á einum stað, síðani Donald Trump tók við embætinum í januar.
Trump hevur sett sær sum eitt politiskt mál at burturvísa ólógligar tilflytarar úr USA.
/Ritzau/