USA skal luttaka í russiska Eurovision

Ein russiskur mótpartur til Eurovision sangkappingina verður í september í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, har amerikanski R&B listamaðurin Brandon Howard verður millum tónleikararnar.

12. juni hátíðarhelt Moskva, at 100 dagar vóru til Intervision Song Contest verður skotin í gongd. Amerikanski sangarin Brandon Howard skal umboða USA. - Mynd: Shamil Zhumatov

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Brandon Howard skal umboða USA, sum er eitt av luttakandi londunum.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, gav í februar boð um, at skipað verður fyri Intervision Sangkappingini aftur. Kappingin verður í Moskva 20. september.

Tilsamans 21 lond luttaka í kappingini - teirra millum USA, Kina, India og ein røð av fyrrverandi sovjetiskum londum sum Kasakstan.

 

Ritzau/AFP

 

 

 

12. juni hátíðarhelt Moskva, at 100 dagar vóru til Intervision Song Contest verður skotin í gongd. Amerikanski sangarin Brandon Howard skal umboða USA. - Mynd: Shamil Zhumatov