USA vann OL-gull í íshokki hjá bæði kvinnum og monnum

Í báðum finalunum mátti Kanada lúta

Mynd: Ritzau Scanpix

USA er olympiskur meistari í íshokki hjá bæði kvinnum og monnum.

 

Í báðum finalunum vann USA á Kanada aftaná longda leiktíð. Og í báðum førunum var talan um ein 2-1 finalusigur.

 

Í mansfinaluni fyrr í dag vann Kanada skothagtølini 42-28, men USA hevur ein framúrskarandi málverja, ið eitur Connor Hellebuyck sum hevði nakrar fantombjargingar í vanligu leiktíðini. Tað gagnaði heldur ikki Kanada, at liðskiparin, Sidney Crosby var uttanfyri við skaða.

 

Matthew Boldy legði USA á odda í sætta minutti í fyrsta triðinginum av vanligu leiktíðini. Cale Makar javnaði til 1-1 í næstseinasta minuttinum av øðrum triðinginum. Sigursmálskjútti hjá USA í yvirtíðini gjørdist Jack Hughes.

 

Hetta er fyrsta OL-gullið hjá amerikonsku monnunum síðani OL-gullið á heimavølli í Lake Placid í 1980. Hjá Kanada sum hevur uppfunnið ítróttin, og er tað mest íshokkiøra landið í heiminum svíður tað eyka nógv at tapa eina olympiska finalu. 

 

Finnland vann OL-bronsu hjá monnum við einum knúsandi 6-1 sigri á Slovakia í bronsudystinum.

 

Svøríki tapti í fjórðingsfinaluni 1-2 fyri USA aftaná longda leiktíð. Danmark tapti í áttandapartsfinaluni 2-3 fyri Kekkia. 

 

Sveis vann OL-bronsu hjá kvinnum. Tær sveisisku vunnu 2-1 á Svøríki í bronsudystinum aftaná longda leiktíð. 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix