Vit skulu gera tað meira lokkandi hjá føroyingum at arbeiða í okkara vinnu. Men veruleikin er, at tørvurin á arbeiðsmegi í Føroyum er í løtuni so stórur, at vit eisini hava tørv á arbeiðsmegi frá útlondunum.
Men tað skal gerast á ein ábyrgdarfullan hátt.
Føroyingar skulu kenna seg tryggar í egnum landi. Tí vilja vit í Sambandsflokkinum seta greið krøv:
- Revsiváttan skal krevjast frá teimum, sum koma til Føroya at arbeiða ella búgva.
- Fremja útlendingar lógarbrot, skulu tey vísast av landinum.
X við Árna Klein Olsen
X við Sambandsflokkin











