Útlendsk starvsfólk frá vikarstovu starvast á Skálagarði

Millum annað tað sigur Sirið Stenberg í svari til fyrispurning hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu

Tingkvinnan úr Klaksvík vil hava landsstýriskvinnuna at svara trimum spurningum í einum grein 52a fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1. Eru starvsfólk úr øðrum londum komin at arbeiða á Skálagarði hesar seinastu

vikurnar?

2. Er tað rætt, at partur av Skálagarði verður brúktur til íbúð til arbeiðsfólk, sum eru

komin úr øðrum londum at arbeiða á Skálagarði?

3. Nær kann væntast, at ósemjan millum leiðaran á Skálagarði og Almannaverkið verður

loyst, soleiðis at búfólk og starvsfólk á stovninum fáa ein tryggan og virðiligan

gerandisdag aftur?

Í svarinum greiðir landsstýriskvinnan frá, at 17. juni 2024 byrjaðu trý donsk starvsfólk frá donskum vikarbureau á Skálagarði,

Setanin er fyribils í 14 dagar.

– Tað er ein stór avbjóðing at fáa skikkaði starvsfólk í øll størv, bæði á Skálagarði og í restina av Trivnaðardeplinum undir Almannaverkinum – serliga á teimum økjum har kapping er um starvsfólk. Hetta sæst innan flest allar geirar.

– Summarið er serliga avbjóðandi, av tí at starvsfólk skulu halda summarfrítíð. Hetta er einki serdømi, hvørki fyri Skálagarð ella fyri aðrar stovnar undir Almannaverkinum. Hetta var eisini støðan síðsta summar, sigur landsstýriskvinnan.

Og Sirið Stenberg heldur framØ

– Enn er ikki fult virksemi á Skálagarði, av tí at tað er trupult at fáa skikkaði starvsfólk í øll størv. Av hesi orsøk er einki virksemi á ovastu hæddini. Ovasta hæddin fevnir um kømur við vesi og felags alrúmi. Starvsfólkini húsast á hesi hæddini.

– Tá stutt er millum vaktir er ikki óvanligt, at starvsfólk sova í tómu kømrunum. Soleiðis hevur eisini verið, áðrenn danskir vikarar vórðu settir at avloysa í summarfrítíðini, sigur hon.

Og til triðja spurningin svarar landsstýriskvinnan soleiðis:

– Almannaverkið roynir altíð at tryggja at gerandisdagurin á einum stovni er tryggur og virðiligur hjá búfólkum og starvsfólkum. Eg kann leggja afturat, at leiðsla er á Skálagarði, meðan verandi leiðari er burturstødd, og at leiðslan tekur hond um borgararnar, um hesir føla

seg ótryggir.

– Tað ber í verandi løtu ikki til at siga endaliga, nær ósemjan millum leiðaran á Skálagarði og Almannaverkið verður loyst. Samskifti er millum partarnar og hoyringarfreistir skulu haldast.

– Miðað verður eftir at avgreiða málið sum skjótast og uttan ógrundaðan steðg. Starvsfólkini, sum eru sett á Skálagarði, eru fakliga dugnalig og brenna fyri at geva borgarunum á Skálagarði eina góða tænastu. Starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við leiðsluni á Skálagarði fyri at skipa Skálagarð og at tryggja, at búfólkini fáa ein tryggan og virðiligan gerandisdag, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í almannamálum.