Útsettu seyða­hunda­kapp­ing ein tíma

Veðrið var ikki gott gjáramorgunin, tá seyðahundakappingin skuldi byrja klokkan átta. Avgjørt varð tí at útseta kappingina ein tíma.

Og tá var fínasta vegur at hava kappingina, sum Tummas Jacobsen vann við hundinum Moss, skrivar Seyðahudafelagið.

Nummar tvey gjørdist Tóki Berg Mikkelsen við Irpu, og nummar trý var Anna Sofía Fjallheim við Midge.

– Føroya besti hundur frá kappingarárinum 2024-2025 rennur undan øllum hinum aftur í ár – vit tosa um hundin Moss og hundaføraran Tummas Jacobsen, skrivar felagið.

Nú tvær kappingar hava verið, hevur Moss vunnið báðar kappingarnar og hevur tí fult stigatal, 14 stig.

Fýra teir bestu hundarnir sleppa til EM. Sum støðan er nú, so fer Moss avstað við tí eina plássinum, meðan alt er opið til hini trý plássini.