Tað sæst í innliti, sum in.fo hevur fingið greiningina, sum Løgmansskrivstovan lat gera til fundin, sum løgmaður hevði við floksformenn í síðstu viku um russlandssáttmálan, har evnið var, um Føroyar skulu fara til Samráðingar við Russland um nýggjan sáttmála, nú Russlandi er í kríggi í Ukraina.
Hóast in.fo hevur fingið innlit í uppritið, so er talan um avmarkað innlit, tí Løgmansskrivstovan hevur strikað út partar í greiningini, »av tí at hetta verður mett at vera til ógagns fyri føroysku samráðingarstøðuna, sbr. løgtingslóg um innlit í fyrisitingina § 13 stk. 1 nr. 2«, sum Løgmansskrivstovan skrivar í svarinum við innlitinum.
Í greiningini verður staðfest, at fiskiskkapurin í Barentshavinum og undir Føroyum hava við sær ymist avleitt og atknýtt virksemi, eitt nú meirvirking av fiskinum, sølu, keyp av tænastum o. ø. Broytast viðurskiftini í Russlandsavtaluni ella hon verður søgd upp, hevur hetta tí eisini við sær broytingar í øðrum búskaparilgum virksemi.
Um føroyingar uppsiga Russlandsavtaluna, kemur væntandi meira uppsjóvarfiskur á land í Føroyum. Síðstu árini eru fleiri virki bygd í Føroyum at taka ímóti uppsjóvarfiski, men kapasiteturin í dag er neyvan nóg stórur til at taka ímóti hesum eyka tilfeigi. Tískil er sannlíkt, at stórur partur av tí uppsjóvarfiski, sum kemur afturat, verður landaður uttanlands. Men tað, at føroyska svartkjaftakvotan økist, kann gera tað lønandi at gera íløgur í økta móttøkuorku. Um hetta samfelagsbúskaparliga hevur tann stóra týdningin, er ilt at siga, tí økt móttøkuorka krevur bæði kapital og abreiðsmegi, sum tá verður tikin aðrastaðni úr búskapinum.
Ein onnur avleiðing er, at russisku skipini keypa vørur og tænastur í Føroyum, og tað hevði hinvegin leysgivið framleiðslutilfeingi til aðrar vinnur, um eftirspurningurin frá russisku skipunum hvarv.
So hóast broytingar í Russlandsavtaluni helst høvdu viðført nakrar búskaparligar tillagingar, er ringt at seta virði á avleiddu avleiðingarnar. Sambært klassiskari búskaparfrøði hava smáar avleiddar virksemisbroytingar ongan varandi týdning, tí marknaðurin fyri framleiðslutilfeingi ger, at virðisøkingin er nærum eins stór aðrastaðni í búskapinum.