Bústaðartrotið er helst størsta avbjóðingin, sum vit hava í Føroyar. Øll eru samd um, at okkurt má gerast.
Vit tosa um fleiri bústaðir, skjótari bygging og nýggjar loysnir. Men mitt í hesum kjakinum gloyma vit ofta tað mest grundleggjandi: uttan góðar handverkarar verður eingin loysn.
Krøvini til handverkarar eru vaksin nógv. Arbeiðið skal ganga skjótari enn nakrantíð, og samstundis skal alt vera bíligt og av hægstu góðsku. Hetta setur stórt trýst til arbeiðsdagin hjá handverkarum.
Tað er ikki óvanligt við longum arbeiðstíðum, serliga tá freistir nærkast, og arbeiðsvikur upp á 50 tímar ella meira eru ikki ókendar.
Spurningurin er, hvussu leingi fólk halda til hetta?
Dag eftir dag lyfta handverkarar tungt, arbeiða í óhøgligum støðum og slíta kroppin. Byggivinnan er ein av teimum mest vandamiklu vinnunum.
Í Føroyum verða á hvørjum ári fráboðaðir fleiri tíggjutals arbeiðsskaðar innan handverksyrki – og summir av teimum eru álvarsligir.
Tá arbeiðið skal ganga skjótt, kann trygdin koma undir trýst og veðrið ger ikki støðuna lættari. Tað ger arbeiðið tyngri og økir um vandan fyri óhappum.
Vit kunnu tosa um bústaðarloysnir so nógv, vit vilja – men uttan fólkini, sum skulu byggja, stendur alt í stað.
Ístaðin fyri bara at krevja meira, mugu vit eisini spyrja: Hvussu tryggja vit betri arbeiðsumstøður, færri arbeiðsskaðar og eina virðiliga pensjónstilveru fyri handverkarar?
Vit mugu arbeiða fram ímóti einari null-hugsjón av arbeiðsskaðum í tøttum samstarvi við Arbeiðs- og Brunaeftirlitið; tað er ikki nøktandi sum nú er.
Stórur partur av eftirlønini hjá teimum, sum hava eitt kropsliga, slítandi arbeiðið og styttri livialdur enn miðal, kann fara fyri skeytið, um mann doyr stutt eftir pensjón, tí familjan fær ikki lut í eftirlønini hjá viðkomandi. Hetta eigur at verða broytt, so tað verður ein rættvís skipan á jøvnum fóti við aðra fakbólkar.
Framskundað pensjón er ein møguleiki fyri fólk, sum ikki orka ella megna at arbeiða til pensjónsaldur. Vit skulu bara tryggja, at rætturin til egna eftirløn fylgir framskundaðu pensjónini.
Í felag mugu politiska skipanin og hondverkarafeløgini finna góðar, virðiligar, tryggar og rættvísar skipanir fyri okkara handverkarar, sum fara til arbeiðis hvønn dag og saman við nógvum øðrum, eru bulurin í okkara samfelag.












