Uttan úr heimi

-

Puff Daddy gevur bók út

Puff Daddy sum gjørdist kendur við einum remixi av sanginum ?Every breath you take?, hjá Police gevur nú eina bók út um sína lívssøgu. Hann hevur annars verið fyri nógvar framgongd. Tað gongst honum ikki bara væl við at syngja og at framføra, men hann framleiðir eisini tónleik, og er sera dugnaligur til tað.

Nú fer hann so at geva eina bók út, sum fer at greiða frá, hvussu hann hevur borið seg at við at fáa so nógva framgongd og um hansara torføru tíðir.
Mikael Gilmore, frá Rolling Stone-blaðnum fer at hjálpa honum við at forma innihaldi til bókina.

Bókin kemur væntandi á gøturnar umleið á heysti 1999, og tíðindi ganga um, at hann fer at fáa upp ímóti 300 milliónir kronur fyri at geva bókina út!

?Spice Girls? til Playstation

Á seinasta videolagnum hjá Spice Girls eru tær nakrar lítlar dukkur, og soleiðis verður eisini við einum nýggjum spæli til Playstation. Spælið er rættað at yngru gentunum, sum eru áhugaðar í lívinum hjá Spice Girls. ê sjálvum spælinum skulu tey sum spæla velja at vera ein av gentunum. Síðani skulu tey tilrættuleggja dansir og gera sangir til eina konsert hjá Spice Girls.

Afturat tí fæst ein 30 min. long samrøða við Spice Girls, og ymiskar upptøkur av gentunum ?backstage?.

Backstreet Boys

Við tí sera stóru framgongdini sum Backstree Boys hava havt tey seinastu árini, hevur annað og minnið gott eisini fylgt við. Av tí at teir allatíðina hava verið á konsertferðum, og sera sjálvdan búgva á einum staðið í senn, hevur sangarin Brian Littrell verið á skurðborðinum, í opnum hjartaskurði. Hann hevur etið alt ov nógvan vánaligan mat, sum hevur ført við sær, at hann var noyddur til at leggjast undir skurð.

Til alla lukku gekst skurðurin væl, og tað gongur betur hjá honum nú.

Men ein munur er tó, at hann ikki longur etur tann matin, sum hann vanliga át. Nú sigur hann sjálvur, at hann bara verður noyddur til at siga frá, tá ið hann skal eta, tí hann má og skal eta sunnan mat, fyri ikki at enda á skurðborðinum aftur. Brian er 23 ára gamal.

Counting Crows við nýggjari fløgu

Counting Crows hava ikki verið at hoyrt í longri tíð. Teir vóru annars rættiliga væl umtóktir fyrst í 90?unum, og sýndist at at vilja rættiliga nógv, men teir hava ikki givið stórvegis av tilfari út síðani 1993. Fyri stuttum góvu teir eina live-fløgu út við gomlum tilfari, men hon var ikki serliga væl móttikin
Nú koma teir tó við einari nýggjari fløgu. 15 nýggir sangir er til fløguna, og væntandi kemur hon út einaferð í ár, ella tíðiliga í 1999, so tit sum dáma Counting Crows, gleði tykkum!