Ein mikudag í farna mánaði fór Súsanna Brekku sum so mangan áður í náttúrubarnagarðin í Æðuvík við barni sínum.
Veðrið var til at trilla lítlu dóttrina, meðan tann nakað eldri sonurin súkklaði á 3-hjólaðu súkklu síni tann stutta teinin millum heim og barnagarð.
Ein púra vanlig sjón í lítlu bygdini á eystursíðuni á Eysturoynni. Og ein gerandislig hending, sum Súsanna ikki hugsar stórvegis um.
Tað kann tó tykjast løgið hjá onkrum, hví í víðu verð ein ung kona úr einum stórbýi endar í so fjarskotnari bygd sum hesari? Og serliga tá ein hugsar um, at maðurin heldur ikki er hiðani.
- Eg hevði verið vikarur á Kalsoynni, og har dámdi mær sera væl. Hetta var eitt lítið stað, gott samanhald, og hóast eingin stórur handil var beint har, hugsaði eg einki serligt um tað, greiðir Súsanna frá.
- Og so var tað heldur ikki alt ov langur vegur til Klaksvíkar, um ein skuldi har.
Hvussu var og ikki: Súsanna búði eftir hetta eitt skifti á Glyvrum, men á einhvønn hátt longdist henni eftir friðinum og ikki minst eftir tí lítla samfelagnum.
Alt hetta funnu hon, maðurin og børnini her í Æðuvík.
Heimsins nalvi
Tá tann elsti sonurin var vorðin fimm ára gamal, slapp hann inn í náttúrubarnagarðin í Æðuvík.
Saman við góðu starvsfólkunum og hinum børnum kom hann at trívast sera væl her. Og tað kom mamma hansara eisini at gera:
- Tað var simpelthen bara so well her í Æðuvík, - alvorliga well, sigur hon við góðari Klaksvíks-dialekt.
Tann eina avgerðin førdi til ta næstu. Og tá tey frættu, at eini hús í bygdini vóru til sølu, avgjørdu tey at kanna hetta málið nærri. Sjálv hevði Súsanna ikki hugsað tankan um at búseta seg her, men ein koyritúrur eftir smala Æðuvíkar-vegnum ein sunnudag kann broyta so nógv.
- Ja, er tað ikki ótrúligt? Vit hugdu eftir teimum sunnudag, og longu týsdag var alt undirskrivað og húsini okkara, greiðir Súsanna íðin frá.
Tá tey seinni øktu um familjuna gjørdist hetta húsið ov lítið. Tey vórðu seld til eitt ungt par av Argjum, bygdu sær størri hús og fluttu inn á sumri 2008.
- Æðuvík er einki minni enn heimsins nalvi, slær Súsanna fast.
Sjáldsamt samanhald
Súsanna Brekku og maðurin hava nú búð í Æðuvík í fimm ár. Og vit spyrja hana um fyrimunir og vansar við at búgva í eini bygd, ið liggur nakað langt frá alfaravegi.
Fyrsti og størsti fyrimunurin, ið hon nevnir uttan at blunka, er tað framúr góða samanhaldið í bygdini.
- Tað er ikki bara gott, men tað er ófatiliga gott, sambært Súsannu.
Sum dømi um hetta nevnir hon, at um onkur ætlar sær at grilla á spæliplássinum eitt góðveðurskvøld, so er nóg mikið at senda eitt sms út í húsini við einum klokkusletti.
Tað kunnu lættliga vera millum 80 og 90 prosent av bygdarfólkinum við til eitt slíkt impulsivt tiltak, bæði børn, vaksin og tilkomin, øll hugna sær saman.
- Ja, tað er líka við, at man trívist her pr. automatikk, sigur hon við einum brosi. Fara fólk av bygdini, er einki fyri at fáa onnur at passa húsdjórini so leingi.
Hinvegin, - er eingin handil í bygdini, men tað hugsar Súsanna ikki um í gerandisdegnum. Børnini ganga tí heldur ikki allatíðina og biðja um eitt oyra at keypa fyri.
- Skulu vit til handils er bara eitt eygablikk at koyra til Runavíkar. Tað er einki at tosa um.
Øll hava tó bil, men er tað so at onkur hevur brúk fyri farti til Runavíkar, so spyr ein bara grannan, og so er tað ordnað.
- Og stendur tú beint nú og manglar ein pakka av mjøl ella okkurt líknandi, so er einki problem at læna hann frá grannanum, ella hann frá tær.
Jólaklubbi fyri menn
Eingin bygd, uttan ein bindiklubba. Her í bygdini finst eisini ein slíkur, har bæði yngri og eldri kvinnur í bygdini hittast til handaligt arbeiði - og prát, sjálvandi.
Hesin bindiklubbin er alt árið, men menninir hava eisini ein, sum plagar at hittast fram ímóti jólum, - ein jólaklubba, kundi ein hóskandi kalla hann.
Tá teir soleiðis eru saman gera teir m.a. jólapynt, sum verður gjørt ikki bara hvør til sítt egna hús, men til alla bygdina
Hetta hevur m.a. gjørt sítt til, at eingin onnur bygd ger so nógv burtur úr jólunum sum júst Æðuvík.
114
Hóast Æðuvík liggur langt burtur frá alfaravegi, hevur hetta kortini ikki havt stórvegis ávirkan á fólkatalið.
Veruleikin er, at fólkatalið í bygdini ongatíð hevur verið størri enn tað sama: Í farna mánaði búðu 114 fólk í Æðuvík, - tvey fleiri enn í januar mánaði.
So seint sum í 1995 var fólkatalið niðri á 65, men síðani hevur tað bara gingið rættan veg.
Ein gullklumpur
Tað eru helst ikki nógvar smærri bygdir í Føroyum, sum hava ein so vælumtóktan barnagarð sum tann í Æðuvík - náttúrubarnagarðin “Víkin”, sum greitt verður frá aðarastaðni í blaðnum.
Barnagarðurin byrjaði fyri átta árum síðani. Men ein politisk avgerð í býráðnum er tikin um, at hann skal lata aftur og børnini flytast í nýggja dagstovnin, sum verður tikin í nýtslu í Søldarfirði seinni í summar.
Tveir av dreingjunum hjá Súsannu hava gingið her, og bæði teimum og foreldrunum hava dámað hetta sera væl. Tann fyrri drongurin var ein innidrongur, og foreldrini stúrdu eitt sindur fyri, hvussu hann fór at trívast millum øll hini børnini.
- Vit fingu annað at síggja. Og tá satt skal verða sagt, so er hansara stóri kunnleiki til náttúru og djóralív fingin gjøgnum tiltøkini í barnagarðinum.
- Ja, eg má heilt erliga siga, at bæði eg og mong onnur við mær eru sera kedd um, at vit missa barnagarðin í summar, sigur Súsanna, sum kortini livir í vónini um, at hann kann halda fram.
- Náttúrubarnagarðurin Víkin er stutt sagt ein gullklumpur.