VÍF hevndi seg í mansdystinum

VÍF vann lættliga á kyndilsmonnum í kvøld

Lagið mundi vera so sum so hjá vestmenningum áðrenn mansdystin ímillum VÍF og Kyndil.

Kyndilskvinnur høvdu júst frammanundan vunnið við tíggju málum á VÍF, men hetta var hevnt í mansdystinum, sum VÍF vann 28-18 eftir 15-7 í hálvleikinum.

Sí eisini: Kyndil knústi VÍF

Tað leikaði rímiliga javnt á fyrstu løtuna, men sum fyrri hálvleikur leið, gjørdist greitt, at VÍF hevði fleiri vápn enn Kyndil.

5-1 verjan hjá VÍF, við Hanus Christophersen fremst, førdi til fleiri skjótálop. Tað sama gjørdu bjargingarnar hjá Mladeni Mjerimacka, meðan Filip Jojic stjórnaði álopinum, har nógvir bjóðaðu seg til.

Munurin øktist støðugt, og við steðgin vóru átta mál á muni. 15-7 til VÍF.

##ms##

Kyndil byrjaði seinna hálvleik við nýggjum spælskipara. Vanligi vinstri vongurin, Kristoffur Bjørgvin, skipaði eitt ungt kyndilsálop, eins og hann vardi fremst í 5-1 verju.

Stóri spenningurin kom ikki í dystin, hóast kyndilsmálverjin, Andri K. Hansen, gjørdi sítt við fleiri góðum bjargingum fyrstu løtuna eftir steðgin.

Vestmenningar hildu tamarhaldið við verjuni og Mladeni í málinum. Filip Jojic spældi so at siga einki í seinna hálvleiki. Hann sat við ísi á knænum, og kundi síggja liðfelagarnar fáa flestu málini í góðum skjótálopum.

Munurin øktist ikki tað heilt stóra. VÍF spældi við breiddini, ið hevði góða góðsku. Málskjótingin gekk nakað hóvliga fyri seg, men dysturin endaði kortini við púra tryggum 28-18 sigri til VÍF, sum hevði 16 ára gamla Alexandar Lacok í málinum seinastu átta minuttirnar.

Burn menn

Kyndil - VÍF 18-28 (7-15)

Kyndil: Kristoffur Bjørgvin 3 (1), Jóan Pauli Patursson 3, Ovi Lützen 3, Jóni G. Viderø 3, Tróndur Wardum 2 (1), Anders Risdal 2, Oddur Bech 1, Mads Lindkvist 1.

VÍF: Filip Jojic 7 (1), Jóhan í Garðastovu 5, Hanus Christophersen 4, Sjúrður Olsen 3, Julian Olsen 2, Andrias Eriksen 2, Hallur Arason 1, Heini á Heygum 1, Jákup Andreas Joensen 1, Magnus Müller 1, Niels Jakup Egholm 1.

Burn menn (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
VÍF25644124
H7113417172
Team Klaksvík2454142
Neistin1282712
Kyndil24351-82
KÍF24350-70
StÍF24362-190

Les meira um hondbólt á in.fo her

Sí fleiri ítrottarmyndir á in.fo her