VÍF skavaði sigurin heim

Tað var um reppið, at hovyíkingar gjørdust teir fyrstu, sum tóku stig frá oddaliðnum í bestu mansdeildini

Hondbóltur


VÍF-H71 33-35 (18-19)


Fáu áskoðararnir í Ítróttahøllini á Hálsi mikukvøldið gjørdust vitni til ein sera spennandi og harumframt málríkan hondbóltsdyst.

Tað var kanska væntandi, at VÍf fór at smyrja H71 av, men hetta gjørdist ongantíð talingur um.

VÍF legði annars bragdligari fyri, og vóru teir eitt skifti á odda við fýra málum, men síðani gjørdist munurin ongantíð størri enn trý mál.

Hoyvíkingar kunnu enntá bert takka sær sjálvum fyri, at dysturin ikki varð vunnin, tí m.a. brendu teir trý brotskøst, og varð hetta í øllum trimum førum, meðan støðan í dystinum var sera spent.

Fyri VÍF gjørdist Martin Hummeland toppskjútti við 12 málum, men annars var eisini merkisvert, at VÍF móti endanum kendi seg kroyst til at seta Áka Olsen inn. Hann hevur verið burturi við skaða, men hóast nakað darvaður, so megnaði hann at skjóta trý mál, tær løturnar, sum hann var á vøllinum.

Fyri H71 Halgir Dahl-Olesen 11 mál