Hondbóltur
Spenningurin um stóra klassikaran hevur mangan verið størri í Vestmanna, enn hann var tað sunnudagin.
VÍF hevur í ár hildið til har, sum teir helst vilja vera, meðan tað hjá Kyndli hevur sæð heilt øðrvísi út.
Tí var VÍF stórfavorittur undan dystinum, og fyri steðgin settu teir eisini tað mesta upp á pláss. Seinna partin av fyrra hálvleiki vundu teir á heimaliðnum veruliga burtur úr mótstøðuni, og hóast Kyndil royndi at reisast eftir steðgin, so skaptu teir ongan tíð av álvara spenning í aftur dystin.
Við sigrinum halda vestmenningar fast í góðu gongdini, og enn eru teir tvey stig framman fyri bæði H71 og Neistan. Kyndil er hinvegin framvegis við botni við einum stigi.
Fakta um dystin
VÍF-Kyndil 31-25 (16-9)
10 min: 4-1
20 min: 11-5
40 min: 21-13
50 min: 23-20
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 9(2), Niels Andreasen 9, Áki G. Olsen 5, Sámal Joensen 3, John Zachariassen 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Dávur Magnussen 1
Kyndil: Janus Einar Sørensen 7(2), Bárður Johannesen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 6(1), Høgni Klein 3, Tummas Pauli Hanusarson 2, Andreas Sólsker 1, Rói Lamhauge 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 8, Kyndil 3
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir)