Vágatunnilin: Kanningarnar byrjað aftur í dag

Seinastu jarðfrøðisligu kanningarnar áðrenn arbeiði uppá undirsjóvartunnilin kann bjóðast út byrjar í dag, og gongst sum ætlað verður arbeiði boðið út einaferð í heyst sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri

Arbeiðið við at gera tunnil undir Vestmannasund fer nú av álvara at byrjað aftur og gongur alt sum tað skal, so væntar stjórin í P/F Vágatunnilin, at koyrandi verður undir Vestmannasundi um eini trý til fýra ár.

Arbeiðið uppá undirsjóvartunnilin byrjaði seinast í áttatiárunum, men varð steðga, tá kreppan kom, og líka síðani hava tey, sum eru fyri tunnlinum arbeitt fyri at fáa gongd aftur á arbeiði.

Og hetta arbeiðið hevur sum kunnugt borið ávøkst.

Landsstýrið stovnaði partafelagið, sum fekk navnið Vágatunnilin, til at standa fyri arbeiðinum, og tað er júst tað, stjórin og nevndin í felagnum nú gera.

Eitt tað fyrsta leiðslan fyri Vágatunnilin gjørdi var, at endurskoða tað arbeiði, sum var gjørt, og niðurstøðan var, at neyðugt var við nøkrum fáum nýggjum útdýpandi kanningum fyri at gera útbjóðingartilfari meira fullfíggjað.

Stjórin Dávid Reinert Hansen sigur, at tað tilfar, sum var til taks frammanundan var gjørt við tí fyri eyga, at Landsverkfrøðingsstovnurin sjálvur skuldi gera arbeiði, men nú arbeiðið skal bjóðast út er neyðugt við nøkrum nýggjum kanningum sum helst skulu hava við sær, at færri ivamál verða í útbjóðingartilfarinum.


Kanningarnar

byrja í dag

Kanningarnar, sum skulu gerast fata um nakrar seismiskar kanningar úti í sundinum og eina kjarnuboring, sum skal gerast nakað sunnan fyri Kvívík.

Menn eru í løtuni við at seta borimaskinuna upp, og farið verður undir boriarbeiðið ein av allarfyrstu døgunum.

Seismisku kanningarnar skulu sum nevnt gerast í sundinum, og tað arbeiðið byrjar í dag.

Spurdur um at seismikskjótingarnar fara at órógva kvívíkingar sigur Dávid Reinert Hansen, at tað væntar hann ikki.

? Tað verður í hvussu er ikki stórvegis.

Stjórin í P/F Vágatunnil sigur, at kanningararbeiðið væntandi fer at taka okkurt um tvær vikur. Hvat arbeiðið kostar vil hann ikki siga okkum, men kortini sigur hann so mikið sum, at tað ikki er serliga dýrt.


Koyrandi um 3-4 ár

Tá kanningarnar undir Vestmannasundi eru lidnar skal tilfari viðgerast áðrenn arbeiðið kann bjóðast út.

Dávid Reinert Hansen sigur, at hann ikki roknar við, at tað arbeiðið fer at taka so øgiliga langa tíð.

Samstundis sigur hann, at hann roknar við at tunnilsarbeiðið verður boðið út í heyst.

Men nær verður so koyrandi undir Vestmannasundi?

? Gongur sum ætla, so verður koyrandi um eini trý til fýra ár.

Danir høvdu stórar trupulleikar við undirsjóvartunnlinum um Stórabelt. Er vandi fyri, at tit fáa somu trupulleikar?

? Nei, tað er tað eingin vandi fyri. Danski tunnilin er boraður gjøgnum krit og annað bleytt tilfar, og slíkt tilfar hava vit ikki her. Vit skulu arbeiða í miðfláunum, og tað eigur heldur at sammetast við Hvalsfjarðartunnilin í Íslandi, og teir høvdu ikki teir trupulleikarnar sum danir høvdu, sigur Dávid Reinert Hansen.

Hóast eingi tøl eru komin á borðið um hvat undirsjóvartunnilin um Vestmannasund kemur at kosta, so sigur Dávid Reinert Hansen, at teir halda seg til metingina sum var gjørd í 88-89.

? Eftir at hava eftirmett og framroknað tað kostnaðarmetingina, eru vit komin til, at arbeiðið kemur at kosta um 240 mió. krónur, men tað kann bæði gerast bíligari og dýrari fyri tað, sigur hann.

? Hetta eru bara metingar, sigur stjórin.