Vígdis Finnbogadóttir til Føroya at tosa um javnstøðu

Høgt virda Vígdis Finnbogadóttir, sum var forseti Íslands í nógv ár, fer at halda røðu á stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um javnstøðu, Men eisini onnur, ið havað skarað framúr á sínum øki, fara at halda fyrilestrar

Javnstøða

Nú er greitt, at Vígdis Finnbogadóttir, sum var forseti Íslands í nógv ár, kemur aftur til Føroya at vitja.
Men hesuferð kemur hon í heilt øðrum ørindum enn tá ið hon var her sum forseti Íslands fyri einum 20 árum síðani.
Tá ið hon nú kemur aftur, verður tað fyri at halda fyrilestur á stórari ráðstevnu í Føroyum um Javnstøðu.
Tað er javnstøðunevndin, sum skipar fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandshúsinum í sambandi við, at tað nú eru 10 ár síðani, at javnstøðulógin varð sett í gildi.
? Endamálið við ráðstevnuni er at geva íblástur og vísa á gongdar leiðir fram móti einum rættvísum, demokratiskum og fjølbroyttum samfelag, sigur Annika Wardum Joensen, sum er forkvinna í javnstøðunevndini.
Hon sigur, at javnstøðunevndin hevur lagt stóran dent skráin fyri ráðstevnuna skal vekja áhuga hjá bæði konufólki og mannfólki
? Tað gera vit í eini roynd at gera upp við tað fatan, sum mong hava av, at javnstøðumál er eitt kvinnumál burturav, tí tað er tað ikki, sigur forkvinnan í javnstøðunevndini.

Minnast Maritu Petersen
Annika Wardum Joensen sigur, at á ráðstevnuni fara tey eisini at minnast Maritu Petersen sála, sum bæði var løgtingskvinna, løgtingsformaður, landsstýriskvinna og løgmaður.
? Hon hevur verið ein fyrimynd í stríðnum fyri javnstøðu og hon var eisini løgmaður, tá ið javnstøðulógin varð sett í gildi.
Annars er ráðstevnan býtt í fýra partar.
Fyrsti partur er afturlítandi og viðgerð tíðina undan javnstøðulógini og tey seinastu 10 árini við javnstøðulógini.
? Endamálið við hesum er at vísa á, hvussu langt á javnstøðuleið, vit eru komin, síðani lógin kom. Og kanska eisini fáa vit eina ábending um, hvat enn restar í.
Annar partur er um arbeiðsmarknaðin. Hesin parturin av ráðstevnuni vísir á nakrar gongdar leiðir fyri, hvussu fyritøkur, ið arbeiða miðvíst fyri javnstøðu, kunnu koma longri fram á leið ímóti javnstøðu.
Triði partur er um framtíðina, og her er endamálið at vekja áhuga fyri arbeiðnum fyri javnstøðu og at vísa á gongdar leiðir fram ímóti javnstøðu.
Og fjórði partur er um siðvenju.
? Endamálið við hesum partinum er at vísa á ymsar forðingar fyri javnstøðu, sum standast av tí hugburði, vit vanliga hava mótvegis báðum kynunum.

Hava skarað framúr
Fyri at vekja so stóran áhuga sum til ber fyri hesi ráðstevnuni, hevur javnstøðunevndin lagt nógv arbeiði í at fáa kend fólk at halda røðu.
Høvuðsrøðari verður Vígdis Finnbogadóttir, sum var forseti Íslands í nógv ár. Hon fer at tosa um, hví vit skului hava javnstøðu og, hvussu vit fáa javnstøðu.
Ein annar fyrilestrarhaldari verður Birgir Bjørn Sigurjónsson, starvsfólkaleiðari í Reykjavíkar Býráði, sum fer at tosa um ta nýggju lønarskipanina í Reykjavíkar Býráði, har kynini bæði fáa somu løn fyri sama arbeiði. Gitte Larsen, framtíðargranskari fer at tosa um rákið innan javnstøðu tey komandi árini, og um, hvussu eitt gevandi kjak um javnstøðu kann fáast ílag.
Henning Dyremose, stjóri stóru, donsku telefyritøkuni, TDC, fer at tosa um fjølbroytni á TDC og Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, fer ætlandi at tosa um fyrimunir og møguleikar fyri fjølbroytni í fiskivinnuni.
Tað fer eisini onkur at halda fyrilestur um javnstøðu út frá einum kristnum sjónarmiði, men enn er ikki greitt, hvør í tað verður og Durita Holm, sum lesur mannfrøði, fer at røða um siðvenju og javnstøðu og um, hvussu siðvenja kann ávirka okkara fatan av, hvat kvinnur og menn kunnu ella ikki kunnu.

Almenn ráðstevna
Annika Wardum Joensen sigur, at ráðstevnan er almenn, men at innbjóðing verður send stovnum, kommunum, fyritøkum, politiskum flokkum og feløgum og øðrum, sum vara av ella hava tilknýti til javnstøðumál.
Tað verður Føroya Tele, sum verður høvuðsstuðul hjá ráðstevnuni, men eisini Atlantic Airways og Hotel Føroyar hava játtað at stuðla.