Tað hilnast ikki væl hjá NSÍ á heimavølli ímóti grannunum. Síðsta sunnudag endaði tað 2-2 ímóti B68, og seinnapartin í dag hevur Víkingur vunnið 2-1 við Løkin.
Sigursmálið skoraði innskifti Martin Olsen í yvirtíðini, tá ið hann eftir fína temjing úr 17 metrum sendi bóltin flatt framvið Meinhardi Joensen í NSÍ málinum.
NSÍ legði seg á odda stutt undan steðginum. Eftir fínt uppspæl í vinstru var tað toppskjúttin Karoly Potemkin, sum skoraði.
Eftir steðgin hevði Víkingur fríska lotið undan, og tá vóru gestirnir meiri við til at seta dám á, ikki minst tí víkingarnir sótu tættari í mótstøðumonnunum, enn teir høvdu gjørt í 1. hálvleiki.
Ein av yngstu monnunum, Finnur Justinussen, javnaði eftir sending frá Súna Olsen, tá ið stórur tími var farin, og yngsti maðurin av øllum, Martin Olsen, sum stutt frammanundan var skiftur inn, skoraði í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, sigursmálið fyri Víking.
NSÍ-Víkingur 1-2 (1-0)
1-0: Karoly Potemkin 42.
1-1: Finnur Justinussen 63.
1-2: Martin Olsen 90.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Meinhard Joensen ? Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen ? Jan Martin Mortensen (Klæmint A. Olsen, 73.), Bogi Løkin, Høgni Madsen, Jann Ingi Petersen (Jústinus R. Hansen, 79.), Hjalgrím Elttør ?Karoly Potemkin
Gult kort:
Víkingur: Geza Turi ? Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen ? Andreas Lava Olsen, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar (Símun Louis Jacobsen, 76.), Súni Olsen (Magnus Skoralíð, 88.), Hans Jørgen Djurhuus (Martin Olsen, 81.) ? Finnur Justinussen
Gult kort: Atli Gregersen
Støðan
NSÍ 11
HB, B36 og Víkingur 10
AB 7
ÍF 6
B68 og 07 Vestur 4
KÍ 2
Í morgin
HB-AB
EB/Streymur-B36
07 Vestur-ÍF
B68-KÍ