Væl av trolfiski í dag

Seks trolbátar og nakrir línubátar seldu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag. Tilsamans seldi uppboðssølan 142 tons, sum fóru fyri 1,8 millión krónur.

Mest var av toski, 50 tons. Tað mesta var toskur III, sum fór fyri 13,46 krónur í meðal, men tann besta prísin fekk tann minsti toskurin, sum fór fyri 15,46 krónur fyri kilo.

Umleið 25 tons vóru av hýsu og tað sama av longu. Av hýsu var mest av stødd II, sum fór fyri 9,52 krónur í meðal, og prísurin á longu lá millum 8,56 krónur og 11,32 krónur.

Trolbátarnir høvdu eini 10 tons av havtasku, og tað mesta fór fyri 37 krónur fyri kilo.