Væl dámdar leikur til børn elva til álvarsligan skaða

Børn skulu ikki fáa hesar leikurnar at spæla við, tí heilsuvandin kann ver stórur

 

Umhvørvisráðið í Danmark mælir nú frá, at børn fáa væl dámdu leikurnar, Squishies, at spæla við. Vit hava fingið at vita, at hesar leikurnar eru eisini at fáa í Føroyum. Og orsøkin til ávaringina er, at tað eru so nógv skaðilig evni í hesum leikunum, at heilsuvandi kann standast av tí. 

 

Squishies eru úr skúmi og mjúk at spæla við, men Umhvørvisráðið hevur nú kannað 12 ymsar leikur av hesum slagi og úrslitið er, at tær geva so nógv heilsuskaðilig evni frá sær, at tað kann vera til vanda hjá børnum, sum spæla leingi við tær.

 

Fyri at binda um heilan fingur verður tískil mælt frá at lata børnini fáa hesar leikurnar at spæla við, samstundis sum at mælt verður handlum frá at selja tær. 

 

Kanningin hjá umhvørvisráðnum vísa, at skaðiligu evnini, sum eru funnin í Squishies, kunnu elva til livurskaða, umframt at tey kunnu hava fyribils ávirkan á eygu og andaleið. Evnini kunnu eisini skaða børn í móðurlívi, umframt at tey kunnu elva til skaðar á nervalagið.

 

Kanninginar vísa, at tey skaðiligu evnini minka, sum frálíður, men tað er óvist, nær talan er um so lítlar nøgdir, at tað er óskaðiligt. Men hjá summum er nøgdin fallin so nógv, tríggjar dagar eftir at leikurnar eru pakkaðar upp, at heilsuvandin er burtur.

 

Taðan er um evnini dimethylformamid, styren og toluen, og hesi evni ávirka eisini evnini at nørast sum vaksin, umframt at tey kunnu elva til krabbamein.