Fiskivinnudagar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Formula, Nomatek og LM Electric/Leif Mohr høvdu bjóðað umboðum fyri fiskvinnuna til ein øðrvísi dag, burtur frá dagligum roki og strongd. Umleið 90 luttakarar vóru frá fiskavirkjum og fiskiskipum kring alt landið.
Jákup Magnussen, stjóri í Nomatek, sigur, at tær tríggjar fyritøkurnar, sum allar eru veitarar til fiskivinnuna, hvør sær løgdu fram nakað av tí, tær høvdu at bjóða.
Nomatek
Jákup Magnussen greiddi sjálvur frá virkseminum í Nomatek og teimum skipanum, sum teir tey seinastu árini hava ment og framleitt, m.a. automatiskar kassatømiskipanir og automatiskar føðieindir til bandfrystarar. Umboðandi Intralox í Føroyum høvdu teir fingið eitt umboð fyri Intralox úr Hollandi at greiða frá teirra produktum og hvussu hesi kunnu nýtast í fiskivinnuni. Intralox er heimsins størsti framleiðari av plastmodulbondum.
LM Electric/Leif Mohr
LM Electric hevði fingið varastjóran í kanadisku fyritøkuni SUNWELL hendan vegin at greiða frá um køling av fiski og hvussu stóran týdning, tann rætta kølingin hevur fyri góðskuna á fiskinum. Har vísa royndir, at krapaísur gevur ta bestu og skjótastu kølingina, samstundis sum hesin ísur er lættur at arbeiða við. SUNWELL er heimsins størsti framleiðari av krapaísi og er umboðaður í Føroyum av LM Electric, sum bæði hevur sølu og tænastu um hendi.
Formula
Formula umboðar m.a. íslendsku fyritøkurnar Marel og Samey í Føroyum. Marel er ein av heimsins størstu framleiðarum av hátøkni útgerð og skipanum til fiskaframleiðslu. 2 umboð frá Marel greiddu frá teirra nýggjastu tøkni, har teir m.a. arbeiða við menning av eini nýggjari beinpilkiskipan, sum saman við eini røntgenskipan kemur at tryggja brúkarunum beinfrí fløk. Eitt umboð fyri Samey vísti á møguleikarnar fyri nýtslu av robottum í fiskivinnuni. Á Formula hava tey eisini ment eina nýggja forritsskipan til tíðarskráseting og lønarskipan í fiskivinnuni, sum Gert frá Formula nýtti høvið at lýsa fyri luttakarunum.
Ein væleydnaður dagur
Jákup Magnussen metir dagin vera sera væleydnaðan. Byrjað varð um morgunin við morgunmati og á miðdegi varð borðreitt við buffet. Beint áðrenn hevði Jógvan Fríðriksson ein fyrilestur um samfelag og tøkni, ein sera stuttligur fyrilestur við einum álvarsligum undirtóna og nógvum gullkornum. Út á seinnapartin varð skipað fyri eini skemtiligari spurnarkapping, sum Torbjørn Jacobsen hevði játtað at standa fyri. Vinningurin var ein Fujitsu Siemens fartelda, og sum eykavinningur í samband við, at Leif Mohr verður 70 ár í ár, varð latin ein eyka vinningur, ein 42" sjónvarpsflatskermur.
Um kvøldið høvdu tær tríggjar fyritøkurnar bjóðað til døgurða, har eini 80 fólk vóru við. Ein góður endi á einum góðum degi leggur ein fegin og vælnøgdur Jákup Magnussen aftrat.