Vælferðarføroyar í fillum: 20 milliónir færri merkjast

Tað er skeivt at siga, at vælferðarføroyar eru í fillum, men tað merkist at 20 milliónir skuldu sparast, og tí eru rationaliseringar gjørdar. Hetta heldur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, sum eisini heldur at nógv gott er komið burturúr

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, heldur, at tað ber ikki til at siga, at vælferðarføroyar eru í fillum, tí vælferðartænasturnar eru heilt nógvar. Hinvegin greiðir hon frá, at tað má merkjast, at meira enn 20 milliónir skulu sparast.

- Tað hevur kravt, at nakrar rationaliseringar skuldu gerast, og tað er tað, vit arbeiða við, sigur Rósa Samuelsen.

Hon greiðir víðari frá, at rationaliseringarnar, sum eru gjørdar, í nógvum førum hava verið neyðugar í longri tíð, og serliga hevur nógv av nýggja regluverkinum innan heilivág verið krav frá landsgrannskoðanini.

Eisini greiðir hon frá, at fer mann at hyggja at støðinum í Føroyum hjá teimum veiku, so er tað framvegis eitt miðalstøði í mun til grannalondini.


Heilivágur

Sosialurin vísti fríggjadagin á, at tað er komið sera óvart á fólk, at tey eru komin á apotekið, fyri síðani at fáa at vita, at heilivágurin hjá teimum er vorðin nógvar ferðir dýrari, tí tað almenna ikki longur veitir stuðul til henda heilivág.

- Vit hava gjørt nakrar umleggingar, soleiðis at vit hava greiðar reglur um, hvønn heilivág almannastovan letur stuðul til. Hetta hevur verið eitt krav frá landsgrannskoðanini, tí ov ógreiðar reglur hava verið. Somuleiðis ber til at siga, at nýggju reglurnar fylgja viti og skili, tí nú veitir almannastovan bert stuðul til heilivág, sum sjúkrakassin kann standa inn fyri, sigur Rósa Samuelsen.

Hon leggur afturat, at hjá nógvum er heilivágurin vorðin bíligari, tí tey eru farin at nýta bíligari heilivág.

Spurd, um kunningin hevur verið nóg góð, tá fólk tað í nógvum førum kemur sera óvart á fólk, tá tey koma á apotekið, og fáa at vita, at heilivágurin er vorðin sera dýrur, sigur landsstýriskvinnan, at hon illa dugir at ímynda sær, hvat tey kundu gjørt betri.

- Vit hava kunnað kommunulæknar og apoteksverk, samstundis sum fjølmiðlarnir hava viðgjørt broytingarnar, men kanska hevur skipanin ikki verið heilt klár til broytingarnar, greiðir hon frá.

Hon vísir somuleiðis á, at kann sjúkrakassin ikki veita stuðul til onkran heilivág, so kunnu fólk fara aftur til læknan, sum síðan kann vísa á, hvør heilivágur er neyðugur hjá hvørjum einstakum brúkara.

Eisini sigur hon, at allar broytingarnar eru gjørdar í semju við landsapotekaran og at ráðið hevur nógv samband við apoteksverkið um broytingarnar.


Fótarøkt er tryggjað

Rósa Samuelsen heldur tað vera sera óheppið, at eitt uppskot um at flyta fótarøkt frá almannamálaráðnum til heilsumálaráðið, skal blíva til, at fótarøktin verður avtikin, tí tað hevur ongantíð verið ætlanin.

- Sjálvandi skal fótarøktin ikki takast av. Vit arbeiða hinvegin við eini ætlan at flyta fótarøkt frá almannamálaráðnum til heilsumálaráðið, so at viðgerð verður flutt til heilsumálaráðið undir nýggju sjúkratryggingarlógina, sigur Rósa Samuelsen.

Hon leggur afturat, at tað sama ger seg galdandi fyri viagratablettirnar hjá diabetikarum.

- Allir kronikarar verða ætlandi fluttir undir heilsumálaráðið, og tí verða hetta mál fyri eitt annað landsstýrisfólk, sigur hon.


Fólk við brekið

Viðvíkjandi trupulleikunum hjá fólkum við breki, har stuðlar eftir øllum at døma ikki verða settir í starv í løtuni, samstundis sum tey hava sera trupult við at skipa fyri útferðum og so framvegis við stuðlum, greiðir Rósa Samuelsen frá, at hon ikki veruliga kennir til hetta.

- Tað er nokk ein spurningur um pengar, tí Nærverkið hevur eina avmarkaða játtan, so helst er tað orsøkin til, at fólk við breki í ávísum førum ikki hava fingið stuðul við sær. Tó kann mann siga, at tað altíð verður ein meting hjá Nærverkinum, at avgera, hvør tørvurin er, sigur Rósa Samuelsen.

Spurd um tað ikki er lætt hjá einum landsstýrisfólki at flyta ábyrgdina til ein serstakan stovn, sigur Rósa Samuelsen, at tað ikki er uppgávan hjá almannamálaráðnum at taka sær av serstøkum málum, uttan so at trupulleikar stinga seg upp.

Víðari greiðir hon frá, at ein kanning í løtuni verður gjørd á økinum, sum kann vísa, hvørjar rationaliseringar kunnu gerast, samstundis sum hon kann vísa, hvør tørvur er.

Tó kennir landsstýriskvinnan til, at onkrir trupulleikar hava verið við at skaffa stuðlar í vár, men so vítt hon kann siga, vóru hesir loystir. Somuleiðis sigur hon, at tænastan altíð verður í mun til játtanina, og at skerjingarnar hjá fíggjarnevndini á økinum helst hava gjørt sína ávirkan.

Viðvíkjandi spurninginum, um at fólk verða tikin heim til Føroyar frá tilboðum, tey hava verið glað fyri uttanlands, greiðir Rósa Samuelsen frá, at tað er trupult at fara inn í serstøk mál, men at hesin spurningurin verður viðgjørdur bæði í ráðnum og á Løgtingi.

Um supervisión og umlætting, sigur Rósa Samuelsen ikki kenna til, at nakrar broytingar skulu hava verið gjørdar har, og at hetta eisini er ein spurningur til Nærverkið.


Børn og ung

Nógv rumbul hevur verið kring økið børn og ung seinasta árið, og hetta rumbul steðgar helst ikki enn, men Rósa Samuelsen greiðir frá, at tey arbeiða við málinum.

- Sum er, er tað bara familjudeildin, sum ikki fungerar og har arbeiða vit við eini loysn. Men sum eg skilji er heldur ongin, sum hevur tørv á tí tilboðnum beint nú, sigur Rósa Samuelsen.

Hon greiðir víðari frá, at stovnarnir Rókin og Slóðin ikki enn eru farnir í sama bygning, tí í løtuni verður leitað eftir einum hóskandi bygningi.

Róð hevur verið framundir, at tað ikki ber til at koyra hesar ymisku brúkararnar á sama stovn. Hesum vísir Rósa Samuelsen aftur.

- Fyri tað um fólk eru í sama bygningi, so merkir tað ikki, at tey skulu vera saman. Tað ber til at hava ymiskar deildir, og tað er eisini ætlanin, sigur landsstýriskvinnan.

Hon greiðir víðari frá, at tað kann geva stórar fyrimunir at hava ein størri stovn, tí so eru fleiri fólk til arbeiðis og nógvar rationaliseringar gerast.


Verja tey veikastu

23. desembur í fjør greiddi Rósa Samuelsen frá, at hon vildi syrgja fyri, at tey veikastu í samfelagnum ikki skuldu koma í rasshaft av broytingum, ið blivu neyðugar eftir at tað gjørdist greitt, at hon ikki hevði so nógvan pening. Hetta heldur hon hava eydnast.

- Tað kann vera, at summi gjalda meira í dag, men tey allar veikastu kunnu fáa hjálp, og tað vil altíð vera meiningin hjá okkum, at veikastu herðarnar skulu bera minst, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum.