Vælferðarsamfelagið – eru vit á rættari leið?

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
-------


Tá vit tosa um vælferð, so verður serliga hugsað um almannamál, heilsumál og kanska eisini skúlamál. Bara almanna- og heilsumál fylla meira enn helvtina av løgtingsfíggjarlógini hvørt einasta ár.

Vit seta ofta ”bleyt virði” uppímóti játtanini til “asfalt og betong”. Valstríðið fyri tveimum árum síðani var nógv merkt av hesum. Nú skuldi satsast uppá tey bleytu virðini. Og so blivu øll skuffað, men av hvørjum? - Hvørjum høvdu vit roknað við?

Um vit hyggja eftir fíggjarlógini í ár, so verða bara 317 mió. krónur brúktar til íløgur (altso “asfalt og betong”), meðan 1,6 milliardir verða brúktar bara til almannaøkið (tá eru heilsumál og skúlamál ikki tald við). Tað vil siga, at almannaøkið fyllir 5 ferðir so nógv, sum íløgurnar, og tá eru 189 mió. krónur í íløgum til almannamál, heilsumál og útbúgving og gransking íroknaðar. Og hetta er í eini tíð, tá tað búskaparliga er rætt at brúka so nógv sum møguligt til íløgur, og at spara so nógv sum møguligt í rakstri.

Tað standa bara 55,6 mió. krónur á fíggjarlógini í ár, sum skulu brúkast til vegir, havnir, tunnlar, tyrlupallar og brúgvar. Tað svarar til eini 3,5 prosent av játtanini til almannamál. Og kortini so hoyra vit dagliga, at politikarar hugsa bara um ”asfalt og betong”.

(Her má eg sjálvandi fyri rættleikan skyld nevna, at útbyggingin av flogvøllinum liggur uttanfyri fíggjarlógina). Men á sjálvari fíggjarlógini er hetta støðan.

Hetta vísa tølini
Vit hoyra nógvar pástandir, men hvat vísa tey veruligu tølini? Lat okkum taka farna 5-ára skeiðið (árini 2004 til 2009). Hvussu nógv eru tølini fyri vælferðartænasturnar broytt í hesum tíðarskeiðinum?

Tølini vísa, at játtanin til almannaøkið er hækkað úr 1,3 mia. kr. upp í 1,6 mia. kr. (Ein øking uppá einar 300 mió. krónur eftir 5 árum).

Tølini vísa eisini, at útgjaldið úr Samhaldsfasta til pensjónistar er fleirfaldað hesi árini. Útgjaldið sum var 697 krónur um mánaðin í part, fór upp í 2.500 krónur um mánaðin.

166 nýggj búpláss á eldrabústøðum blivu tikin í nýtslu hesi árini.

Íroknað Samhaldsfasta er árliga pensjónin til stakar pensjónistar hækkað umleið 30.000 krónur, og til pensjónistahjún er pensjónin hækkað umleið 55.000 krónur í sama tíðarskeiði.

Talið av starvsfólkum í eldrarøktini er økt við umleið 200 fólkum síðan 2003. Játtanin til eldraøkið er eisini økt munandi seinastu árini. Í 2003 var játtanin 228 mió. kr. og á fíggjarlógini fyri 2010 er játtanin 319 mió. kr.

Frá yvirskoti til undirskot
Í hesum sama tíðarskeiðinum, er úrslitið hjá landskassanum dottið niður á eitt undirskot á 800 mió. krónur. Tað vil siga, at vit hava økt játtanirnar til vælferðartænasturnar, samtíðis sum vit hava verið noydd at staðfest, at vit brúka nógv meira, enn vit í veruleikanum hava ráð til. Og kortini, so verða politikarar skeldaðir út, tí teir unna ikki teimum veiku í samfelagnum nakað sum helst.

Ómøguligt at fylgja krøvunum
Hetta sum eg havi nevnt, vísir, at vit játta meira og meira til vælferðarsamfelagið, og at vit játta nógv meira, enn vit hava ráð til, og kortini er tað ikki nóg mikið. Vit noyðast tí at hugsa heilt øðrvísi. Loysnin er ikki bara at játta fleiri og fleiri pengar.

Vit koma ongantíð at játta so nógvar pengar til vælferðartænasturnar, at ikki onkur – helst tey flestu, krevja meira. Hvørja ferð vit hækka eina játtan, so hækka vit eisini støðið á tí, sum fólkið krevur. Men tað er ikki bara játtanin í Føroyum, sum er avgerandi. Fólk fylgja væl við, hvussu støðan er í okkara grannalondum, og krevja tað sama her. Men vit hava ein fíggjarligan veruleika, sum vit mugu fyrihalda okkum til.

Kenslurnar hjá okkum øllum siga ”meira vælferð”, men kenslur og logikkur ganga ikki altíð hond í hond.

Blokkniðurskurðurin er tann stóri trupulleikin
Á heimasíðu Sambandsfloksins er ein nógv útskeldaður teljara, sum sigur, hvussu nógv blokkniðurskurðurin hevur kostað. (Altso tann niðurskurðurin sum hendi, tá tey bleytu málsøkini, skúlamál og almenn forsorg vórðu yvirtikin). Hesin teljarin hevur í hesum mánaðinum rundað ta triðju milliardina.

3.000 mió. krónurð hevur landskassin mist fyri yvirtøkur av vælferðartænastum. Harafturat kemur fastfrystingin av blokkstuðlinum, sum hevur kostað einar 800 mió. krónur, so vit tosa um knappar 4 milliardir krónur, sum landskassin hevur mist orsaka av fullveldispolitikki.

• Vit skuldu standa á egnum beinum.
• Vit skuldu tryggja okkara egnu vælferð, o.s.fr.
Hetta søgdu kenslurnar. - Men hvør er veruleikin? Hvør er logikkurin?

Teori og praksis
Eg hoyri ofta pástandir um, at blokkurin bara økir um forbrúkið, og at hevði hann ikki verið minkaður, so hevði forbrúkið verið vaksið uppaftur meira. Hetta ljóðar kanska sum ein skilagóð teori, men so má eg spyrja: Hví minkaði forbrúkið so ikki, tá blokkurin minkaði? Nei tá hendi tað øvugta. Tá kom veruliga ferð á forbrúkið, so tann teoriin heldur ikki í praksis.

Próvførslan kann jú brúkast báðar vegir, og tað verður eisini gjørt í ólukkumát. Økt forbrúk er negativt, meðan uppraðfesting av økjum er positivt (sjálvt um bæði tingini merkja tað sama). Tí hoyra vit ofta hesi orðini brúkt hvørt um annað.

Víst verður á, hvussu nógv fullveldislandsstýrið raðfesti tey bleytu virðini, og hvussu nógv blokkurin hevði økt forbrúkið, um hann ikki var lækkaður. Vit kunnu jú eisini siga tað sama við øvugtum fortekni – at fullveldislandsstýrið økti forbrúkið, og hvussu høgt vit kundu raðfest tey bleytu virðini, um blokkurin ikki minkaði.

Tað ber til at tosa seg burturúr nógvum, men ikki øllum. Nú sita vit við trupulleikunum, og hvat gera vit so?

Mugu venda hallinum
Meira enn helvtin av fíggjarlógini fer til vælferðarøkini, so tað verður ringt at sleppa undan, at hesi økini eisini fara at merkja niðurskurðin, nú vit stríðast við eitt stórt hall á fíggjarlógini. (Og eg má minna á, at higartil eru játtanirnar ikki lækkaðar, hóast vit hava hoyrt nógv mótmæli í fjølmiðlunum). So kunnu vit bara ímynda okkum, hvussu mótmælini fara at verða, um játtanirnar veruliga fara at minka.

Skulu vit lækka tænastustøðið, ella kunnu vit umskipa tænasturnar, soleiðis at úrslitið verður ein betri tænasta fyri færri pengar? - Ber tað til? Og hvat gera vit, um tað vísir seg ikki at bera til?

Eg skal ikki siga, at alt má rættast til við sparingum, men skulu vit sleppa undan at skerja vælferðartænastur, so er í minsta lagið neyðugt, at tænasturnar verða umskipaðar, og hvussu gongur við tí?

Einki ber til
Vit hoyra rokið, nú landsstýriskvinnan við skúlamálum hevur skotið upp at leggja skúlar saman. Hon kann vísa á, at tað er betri fyri næmingarnar, at tað er betri fyri lærararnar og at tað kostar minni. Men kortini er mótstøðan hørt! Kravið er, at hetta skal tengjast saman við kommunusamanleggingum, men har fæst heldur eingin semja, og so hendur einki – og undirskotið er 800 mió. krónur.

Vit hoyra rokið, tá landsstýriskvinnan við almannamálum ætlar at lukka ein stovn fyri tvey búfólk (!) Tá verður sagt í fjølmiðlunum, at nú er øll vælferðin í vanda – og undirskotið er 800 mió. krónur.

Vit hava trý sjúkrahús í Føroyum. Tann sum torir at nevna, at tað er órationelt, verður flongdur alment – og undirskotið er 800 mió. krónur.

Eitt øðiligt rok er í Havn, tí semja fæst ikki um, hvørt 10. flokkarnir skulu ganga í Kommunuskúlanum ella Eysturskúlanum. - Einki ber til.

Hví gera vit tað, sum vit gera?
Eg trúgvi ikki, at nakar sleppur heilt snikkaleysur burturúr íkomnu støðuni. Øll sleppa so ella so at gjalda prísin. Vit noyðast at endurskoða alt vælferðarøkið og spyrja, hvat er endamálið við tí, sum vit gera.

Er endamálið við skúlanum, at næmingarnir skulu læra, ella er endamálið bygdamenning?

Er endamálið við sjúkrahúsum, at sjúklingar skulu blíva frískir, ella er endamálið at varðveita arbeiðspláss hjá læknum og sjúkrasystrum?

Fyrr vóru næstan allir læknar líka. Í dag eru læknar spesialiseraðir til ávís øki. Um ein persónur vaknar um náttina við blóðproppi, og verður koyrdur á eitt sjúkrahús, so er tað eitt sindur óheppið, um bara ein lækni er at taka ímóti, og hesin er spesialistur í at opirera knø.

Nú sigi eg ikki, at støðan er so ring, men eg nevni hetta fyri at vísa á, hvørjir vandar kunnu stinga seg upp, um eindirnar blíva ov smáar.

Ein annar vandi, sum eisini ger seg galdandi, eru arbeiðsroyndirnar hjá læknunum. Vit senda sjúklingar uttanlands, millum annað tí vit mangla læknar í Føroyum. Men teir læknarnir, sum eru her (teir sum vit ikki mangla), teir hava ov fáar sjúklingar, fyri at fáa nóg mikið av royndum.

Tað vil siga, at vit mangla ikki bara læknar til sjúklingarnar, nei vit mangla so sanniliga eisini sjúklingar til læknarnar. Tað er prísurin fyri at vera eitt lítil samfelag - og vit býta samfelagið í uppaftur smærri eindir.

Hava brúk fyri nýskipanum
Tey spariuppskotini, sum vit hava sæð í hesum valskeiðinum, hava ikki munað nógv í heildini. Sumt hevur ongn møgleika havt at verið samtykt, og tað sum er blivið samtykt hevur munað so lítið, at tað hevur skapt størri órógv, enn tað hevur spart. (Nevnast kunnu uppskotini um gjald fyri heilivág o.s.fr.). Tað verða ikki tey uppskotini, sum broyta nakað av týdningi. Vit hava brúk fyri grundleggjandi nýskipanum innanfyri alt vælferðarøkið.

Onkur ljósglotti
Eitt uppskot, sum arbeitt hevur verið við leingi, og sum er um at koma undir land, er pensjónsreformurin. Hetta uppskotið verður ikki nøkur sparing í fyrstu atløgu, men sæð yvir eitt longri tíðarskeið, verður hetta eitt neyðugt stig, tí verandi pensjónir kunnu ikki halda fram, nú fólkasamansetingin broytist.

Tað eru tílík uppskot, við hava brúk fyri. Uppskot, sum yvir eitt longri tíðarskeið, kunnu gera veruligan mun. Hetta uppskotið vísir eisini, at tað ber til at gera betri skipanir, sum kosta minni.

Uppskotið um ”Hjálparráð” (sum er fyrsta stigið í arbeiðinum at endurskoða forsorgarlógina), og uppskotið um Heilsutrygd, eru dømi um væleydnað vælferðaruppskot.

Viðvíkjandi eldrabústøðum, mugu vit taka støðu til, um mátin sum verður brúktur til bygging, er tann rætti. Er tað ikki ov dýrt í rakstri, tá eindirnar blíva so smáar, sum vit síggja í dag?

Hvør er veikur og hvør er sterkur?
Vit skulu sjálvandi taka okkum av teimum veiku í samfelagnum, men spurnigurin er, hvør er veikur? Er tað pensjónisturin, sum er einsamallur í húsi, og sum einki skyldar, ella er tað familjan við trimum børnum, sum skyldar tvær milliónir?

Tað verður eingin króna goldin út úr landskassanum, sum ikki onkursvegna eisini má finna veg inn í henda sama kassan. Jú meira vit gjalda út, meira má fáast inn. - Tað er logiskt!

Tað virkar sum at øll hava eina meining um, hvør skal fáa pengar út, men tað knípur við at hava eina greiða meining um, hvør skal gjalda inn. Helst skal eingin gjalda inn. Útgjaldið er vælferð (bleyt virði), men inngjaldið verður vanliga ikki roknað sum partur av vælferðini.

Onkur má gjalda
Vit mugu gera okkum greitt, at um vit skulu hava almennar tænastur, sum kosta pengar, so skulu tær fíggjast onkursvegna, og har hava vit ikki óendaliga nógvar valmøguleikar.

Siga vit kortanei til at lata blokkin fíggja tænasturnar, og kortanei til at niðurleggja tænasturnar, so eru bara tveir møguleikarnir eftir. Rokningin má annaðhvørt til skattgjaldaran ella til brúkaran.

Landskassin verpur ikki pengar
Tað hevur fyri ikki so langari tíð síðani verið kjakast um gjaldið fyri at búgva á ellisheimum og sambýlum. Valið stendur ikki ímillum brúkaran og landskassan, men brúkaran og skattgjaldaran. Landskassin er ikki ein høna sum verpur pengar, nei hann er bara eitt fyribils steðgistað, har pengarnir millumlenda á vegnum ímillum teir ymsu lummarnar. Og so mugu vit taka støðu til, hvør er betur førur fyri at gjalda, brúkarin ella skattgjaldarin, tí tað verður annar av teimum, sum má gjalda.










Gongdin má broytast
Eru vit á rættari leið? Svarið má sum heild vera nei. Tað eru vit ikki, hóast onkrir ljósglottar eru at hóma.

• Vit mugu gera tingini nógv rationellari
• Tað nyttar ikki at skapa órógv, bara fyri at spara einar tvær milliónir í rakstri
• Vit mugu gera veruligar reformar, sum muna
• Og blokkniðurskurðurin fer at fáa álvarsamar avleiðingar fyri vælferðina í Føroyum. - Tað er bara ein spurningur, hvør fer at merkja tað – tann sum fær eina verri tænastu, ella tann sum skal gjalda tað sum manglar í, fyri at halda tænastustøðinum uppi.