Kæru javnaðar-
kvinnur- og menn!
Eg síggi í bløðunum, at tit skulu hava landsfund um vikuskiftið, har støða skal takast til sjálvsstýrismálið, sum skilst.
Fari tí í hesum sambandi virðiliga at venda mær til tykkara við nøkrum fáum orðum.
Tit hava leingi ført fram, at vit skulu hava sjálvstýri. Heimastýrislógin dugur ikki, hava tit sagt í nógv ár.
Og tit hava lagt fram nøkur stevnumið um, hvat gerast skal. Høvuðsstevnumiðini eru hesi:
?Vit skulu gera ein nýggjan felagsskap millum Føroyar og Danmark.
?Í felagsskapinum skulu londini vera sjálvstøðug og javnsett.
?Føroya Løgting skal vera hægsti myndugleiki í Føroyum.
?Føroyingar og danir skulu hava full rættindi hvør hjá øðrum.
?Vit skulu hava egna rættarskipan.
?Blokkurin skal minkast burtur á varligan hátt, soleiðis at vit kunnu byggja upp ein sjálvstøðugan búskap.
Nú er komið fram, at landsstýrið hevur tikið tykkum upp á orðið. Øll tykkara høvuðsendamál eru vorðin til politikk landsstýrisins. Tá farið verður til Danmarkar at samráðast, eru tað í stóran mun tykkara sjónarmið, sum samgongumenn hava við í skjáttuni.
Eitt sjálvstøðugt land:
Tað einasta av tykkara ynskjum sum ikki er við, er, at vit skulu verða verandi undir donskum yvirvaldi.
Men hesum ynski ber ikki til at eftirlíka, tí tit siga eisini, at Føroyar skulu vera eitt ?sjálvstøðugt land?.
Og fortreytin fyri vit kunnu vera eitt sjálvstøðugt land er sjálvsagt, at vit _ eru eitt sjálvstøðugt land. Og eitt sjálvstøðugt land verða Føroyar ikki, so leingi tær eru undir donskum yvirvaldi.
Eg vóni at tit standa við tykkara ynski um at Føroyar skulu vera eitt sjálvstøðugt land. Gera tit tað, ásanna tit at evsta vald liggur í Føroyum og ikki í Keypmannahavn. Sostatt mugu tit sleppa ynskinum um, at yvirvaldið yvir oyggjunum skal liggja í Keypmannahavn.
Semjan er breið,
eisini uttan tykkum:
Um tit vraka tykkara egnu stevnumið og ganga ímóti ætlanini, hava vit tríggjar partar í hesum spurningi á tingi. Í einum eru seks tingmenn (tinglimir), í einum eru sjey - og í einum eru nítjan!
7.Teir seks eru sambandsmenninir. Teir vilja ikki hava nakra veruliga broyting.
8.Teir sjey eru javnaðarmenninir. Teir hava somu stevnumið sum samgongan. Hvørja støðu teir taka um teir endaliga vraka hesi stevnumið, veit eingin. - Men at stovna eitt ?sjálvstøðugt land? undir teirri donsku grundlógini, ber ið hvussu er ikki til.
9.Í tí triðja partinum eru 19 menn úr fýra flokkum. Teirra ætlan er fyrireikað í skjótt tvey ár, og er tað nágreiniligasta og best undirbygda uppskot um ríkisrættarligar broytingar, sum nakrantíð er gjørt í Føroyum. Tað er søguligt. Og at 19 av 32 tingmonnum semjast um at gera broytingar á økinum, er ikki minni søguligt.
Tit mugu ikki halda at ætlanin (les: stevnumið Javnaðarfloksins) verður slept, fyri tað um tit ikki stuðla. Eingin vrakar sína egnu og væl tilrættisløgdu ætlan. Og so slett ikki tá hon er einasta veruliga alternativ.
Vælsignaðir stuðlið!
Men um tit velja ikki at stuðla kann tað sjálvsagt hava við sær, at okkara samráðingarmenn standa veikari. Kanska fáa teir tí eisini eina verri avtalu, enn teir kundu fingið. Um tað hendir, rakar tað alt føroya fólk. Tí vildi tað undrað meg, um tit ikki vilja landi og fólki tað besta.
Eg vóni ikki at tit fara at svíkja tykkara egnu stevnumið. Tað fer við vissu at raka tykkum sjálvar.
Tí hvat skulu tit so gera? Standa einsamallir? Ella kasta saman við Sambandsflokkinum?
Hvørki av hesum kann føra til nakað úrslit. Tit fara at standa í einum politiskum tómrúmi. Og tað verður trupult at taka ein flokk fyri fult, sum gongur frá sínum egnu stevnumiðjum.
Stuðla tit, kunnu tit hinvegin vera við til at tryggja okkum øllum ein góðan felagsskap millum Føroyar og Danmark, har londini samstarva sum javnbjóðis partar.
Stuðla tit ikki, kunnu tit bara gera tykkum sjálvum og landinum skaða.
Tí verður mín inniliga áheitan á tykkum um at stuðla samráðingunum! Eingin er verri farin, um tað eydnast samráðingarmonnunum at fáa ein góðan felagsskap millum Føroyar og Danmark.
Jóannes Dalsgarð