Vónandi skjótt klárur

Tað var ein dyggur smeitur fyri H71, tá Halgir Dahl Olesen tíðliga í dystinum mátti av vøllinum. Hugsingur var ikki um at taka lut aftur í dystinum, men sjálvur vónar Halgir ikki, at talan er um álvarsligan skaða. - Eg veit ikki ordiliga, hvat hendi. Eg leyp upp, og fekk eitt lítið skump, so eg setti skeivt av, og eg føldi okkurt í knænum. Eg havi havt mínar trupulleikar við knænum, men vónandi er hetta ikki serliga álvarsligt, segði Halgir Dahl Olesen eftir dystin sunnudagin.