Altjóða veddingarfyritøkurnar eru ikki í iva um, at NSÍ hevur tað torførarastu uppgávuna av teimum føroysku liðunum, ið kappast í teimum evropeisku kappingunum.
Hægsta oddsið fyri heimasigur til skotsku Hibernian í dystinum ímóti NSÍ í Europa League kappingini er 1,10. Onkur veddingarfyritøka bjóðar odds 36 uppá útisigur til NSÍ.
Sonni L. Petersen, fyrrverandi spælari og formaður hjá NSÍ hevur tippað 2-1 til Hibernians. Hann er greiður yvir stóru mótstøðuna, men hann vónar, at NSÍ kann fáa eitt mál á útivølli so uppgerðin kann liva til returdystin á Svangaskarði um eina viku.
Dysturin millum Hibernians og NSÍ á Easter Road leikvøllinum í Edinburgh byrjar klokkan 19.45 í kvøld.
Tað verða yvir 10.000 fólk til dystin. 70 av teimum eru úr Runavíkar kommunu og fara at stuðla NSÍ. Hibernians-fjeppararnir Sonni L. Petersen hevur prátað við eru ikki í iva um, at Hibernians eigur at vinna á einum liði úr Føroyum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sonna L. Petersen á FM1 seinnapartin í dag.