-Vóni tað kann gagna Føroyum úti í heimi

Tað var ein sera fegin og vælnøgdur sonur Sámal Joensen-Mikines, sum varð hjástæddur, tá stórverkið um pápan varð lagt fram í Listaskálanum í vikuni.

Kári Mikines sigur við blaðið eftir samkomuna, at hann var ovfarin av at síggja, hvussu nógv fólk vórðu við til hesa lítlu hátíðarløtuna, og at bókin eftir øllum at døma varð so væl móttikin. Hann er eisini sera fegin um og errin av at hava fingið høvi at arbeiða saman við so dugnaligum og ágrýtnum fólkum sum teimum, ið hava gjørt hetta bókaverk til veruleika. Hetta er so fyrstu ferð, at ein bók er skrivað á enskum um Mikines og vónar Kári, at hetta kann hava við sær, at listin hjá Mikines kann koma longur út í heim – koma á tað listarliga heimskortið - og harvið eisini vera við til at gera Føroyar kendar millum listamálarar og listaáhugað aðrastaðni.