Vænta evruøkið fer í upploysn

Nógvir bankar í Wall Street fyrireika seg til, at evruøkið fer í upploysn við tí úrsliti, at tey ringast støddu londini so sum Grikkaland og Spania fara burtur úr gjaldoyrasamstarvinum.

Ein avleiðing av hesum er, at amerikanskir bankar eru varnir við at binda seg at evropeiskum fíggjarstovnum og londum. Tað skrivar Financial Times. Blaðið skrivar, at JPMorgan Chase, Bank of America, Citigroup, Morgan Stanley og Goldman Sachs hava tikið stig til at avmarka teirra útlán til evropeiskar fyritøkur og lond.

Sambært Financial Times væntar Citigroup, at Grikkaland fer burtur úr evrusamstarvinum, og at landið fer aftur at brúka drakmu sum gjaldoyra. Bankin sigur, at tað er 90 prosent sannlíkindi fyri, at grikkar fara úr evrusamstarvinum innan hálvtannað ár.