Væntaði okkurt vánaligt ummæli

- Ummælarin fekk nokk eitt sjokk, sigur Eivør Pálsdóttir um vánaligt ummæli, hon fekk í Danmark. Ummælarin helt, at Eivør tóktist óektað og pátikin.

Tá ið Eivør Pálsdóttir herfyri hevði konsert í Vega í Keypmannahavn, fekk hon eitt óvanliga kritiskt ummæli í tíðarritinum Gaffa, sum annars mangan hevur hálovað føroysku songkvinnuni.

Nú Eivør hevði eina munandi meira rockkenda framførslu, enn hon plagar at hava, vendi tummilin niður hjá Gaffa. Ummælarin helt millum annað, at Eivør tóktst óektað og pátikin.

- Tað var eitt sindur óheppið at fáa slíkt ummæli, men eg hevði í grundini innstillað meg upp á, at eg kundi fáa okkurt slíkt ummæli. Tá ið tú skiftir stíl so drastiskt, so eru tað ikki øll, sum eru so glað fyri tað, sigur Eivør Pálsdóttir.

- Hasin ummælarin er frá Tønder og dámar væl fólkatónleik, so eg skilji væl, at hann hevur fingið eitt sjokk. Tað einasta, eg kann gera, er ikki at taka tað ov nær, sigur Eivør.