Væntar onga prísdumping

Stjórin í Faroe Jet sigur við Sosialin, at hóast tað ongantíð áður hava flogið so nógv flogfør úr Vágunum sum í summar, so skulu vit ikki vænta nakra prísdumping. Faroe Jet vil heldur kappast við at veita bestu tænanstuna

Flogferðsla
 
Hóast heili seks flogfør fara at flúgva til Føroyar um dagin í summar, og tað sostatt neyvan nakrantíð hava verið so nógvir flogseðlar til sølu, so væntar Jóhan Simonsen stjóri í Faroe Jet ikki, at vit fara at uppliva prísdumping í summar. Vit ætla okkum í øllum førum ikki, at seta prísin longur niður, sigur hann og leggur afturat, at fara teir og Atlantic at kappast við prísinum, doyggja báðir.
Núverandi prísur er settur eftir, at virksemið skal løna seg. Hetta ætlar Faroe Jet at halda fast í. Harumframt ber heldur ikki til, at bara seta prísin niður. Søkjast skal um hetta, og fíggjarætlan og annað skal leggjast fram, tí er hetta heldur ikki so líka til.
 
Kappast við tænastu
Jóhan Simonsen vísir á, at feløgini bæði flúgva somu rutu í sama slagi av flogfari, og fara ivaleyst altíð at selja ferðaseðlarnar til sama prís, tí setur eina felagið prísin niður fylgir hitt við. So tað einasta økið, ið kapping kann vera á, er tænastuni. Tí leggur nýggja flogfelagið seg eftir at røkja hetta økið so væl sum til ber.
 
Sølan gongur væl
Í mai hevði Faroe Jet intro tilboð, og hetta eydnaðist væl, nógv fólk nýttu høvið at fara av landinum ein túr. Í juni hevur belegningurin verði nakað minni, men sjálv sølan gongur væl. Jóhan Simonsen heldur, at orsøkin ivaleyst er tann, at fólk flest longu høvdu keypt ferðaseðlar til summarfrítíðina, áðrenn Faroe Jet 28. mars fór undir at selja ferðaseðlar. Hann heldur ikki, at man kann tosa um belegning í løtuni, og at tann veruliga myndin fer at vísa seg, tá summartíðarskeiðið er av.
 
Flestu kundar eru føroyingar
Higartil hava tað mest verið føroyingar búsitandi í Føroyum, ið hava nýtt rutuna hjá Faroe Jet. Hetta kemur ivaleyst í stóran mun av, at bókingarskipanin hjá Faroe Jet fyrstu tíðina bert hevur riggað á ferðavinnuskrivstovum í Føroyum. Men nú er bókingarskipanin eisini komin á alnetið, og til ber at keypa sær seðlar beinleiðis á síðuni hjá Faroe Jet.
Fyrstu tíðina hevur Faroe Jet ikki gjørt nógv við flúgving av frakt. Tað var týdningarmikið at fáa ferðafólkaflúgvingina í lag fyrst, men ætlanin er í framtíðini at fara at gera meira við at fáa størri flutning av frakt, sigur Jóhan Simonsen.
 
Altjóða kapping
Leigutúrar eru eisini ein partur av virkseminum hjá Faroe Jet. Leygardagin var flogfarið hjá Faroe Jet t.d. ein leigutúr í Noregi fyri norska herin. Jóhan Simonsen metir ikki, at teir og Atlantic Airways eru beinleiðis kappingarneytar, tá tað snýr seg um leigutúrar. Flogfari hjá Faroe Jet stendur í Kastrup, og kappast tí heldur við øll flogfeløgini, ið hava flogfør har. Avgerðin at hava flogfarið í Kastrup um náttina byggir fyrst og fremst á praktiskar orsøkir. Tað er ikki pláss í hangarinum í Vágunum fyri flogfarinum hjá Faroe Jet, og flogfelagið metir ikki, at tað er ráðiligt at hava flogfarið standandi úti allan veturin í føroyska veðrinum, ið er so skiftandi.
 
Nógv samstarv við Atlantic Airways
Í Danmark hevur Faroe Jet avtalu við Malmø Aviation um tøkniliga service av flogfarinum. Men Malmø Aviation hevur ongi tøknilig starvsfólk í Kastrup. Í staðin hevur svenska felagið avtalu við Atlantic Airways, ið røkir hetta arbeiðið fyri teir í Kastrup. Hetta merkir í stuttum, at gjøgnum eitt svenskt felag hevur Faroe Jet keypt tøkniliga hjálp frá Atlantic Airways. Men hetta heldur Jóhan Simonsen einki løgið vera í. Hann greiður frá, at teir hava gjørt eina avtalu við Malmø Aviation, og at tað felagið í løtuni letur starvsfólk hjá Atlantic Airways røkja arbeiðið í Kastrup, er heilt í lagi. Vit vita jú, at hesi starvsfólkini eru dugnalig, tí vit samstarva longu við tey í Vágunum á nógvum økjum.
 
Nógv at læra
Nógv er at læra, tá tú stovnar eitt flogfelag, tað viðgongur stjórin, og vísir á, at tey t.d. ikki hava royndirnar við at gera vart við seg í fjølmiðlunum. Her vísir hann t.d. á, at nógvir av miðlunum í síðstu viku bóru søguna um, at Atlantic Airways hevði fingið eitt hjartatól umborð á flogfør og tyrlur. Søgan var sprottin úr tíðindaskrivi frá Atlantic Airways. Tað áhugaverda í hesum er, at Faroe Jet hevur frá byrjanini havt ein tílíkan AED  Automatic Extern Defibrilator, ið er ein sokallaður hjartastartari, ið skal fáa hjartað at sláa aftur hjá teimum, sum fáa hjartasteðg.
Jóhan greiður frá, at hóast teir vistu av, at Atlantic ikki hevði tílíkar hjartastartar, og at Faroe Jet hevði. So fall tað teimum ongantíð inn, at hetta hevði eitt tíðindavirði, fyrr enn tey sóu tíðindaskrivið í føroysku miðlunum.