Í morgin letur upp Várframsýning 2011 , sum Føroysk Myndlistafólk skipa fyri í Listasavni Føroya.
Hesaferð eruy seks vitjandi listafólk úr íslandi við. Tey eru: Þóroddur Bjarnason, Sara Björnsdóttir, Hrafnkell Sigurðsson, Haraldur Jónsson, Erla Haraldsdóttir & Craniv Boyd.
Saman við teimum sýa sjey føroysk listafólk fram. Tey eru: Pól Skarðenni, Martin Tórgarð, Marjun Jóanesardóttir, Ludvík Breckmann, Johan Martin Christiansen, Eigil Lyngsø, Anna Kathrina Højgaard.
Nevndin fyri Várframsýningina 2011 er í ár manna við Vígdis Petersen, Unn Joensen og Ole Wich.