Vørn fjalir seg

Við nú knappliga at melda Anitu til løgregluna sleppur Vørn sær undan alment at svara nærgangandi spurn­ing­um um sín egna leik­lut í máli­num.
Nú frættist í miðlunum, at Vørn hevur meldað garna­­skipið Anitu fyri ólóg­lig­an fiskiskap, tí skipið lat gørnini standa í einar 35 dagar, eftir at tað ikki slapp út aftur orsakað av kanningunum í sambandi við deyðsvanlukkuna um­borð hin 11. februar og stað­fest óreglusemi annars.
Útvarpið endurgav í gjár, fríggja­dagin 11. apríl, stjóran á Vørn fyri at siga, at hann ong­ar viðmerkingar hevði til málið, nú fútin kannaði tað.
Tað má sigast at vera funn­in fressur hjá Vørn nú knappliga at hava funnið sær hetta høvið at sleppa sær undan, at almenni ljós­kastarin verður settur á teirra óhepna leiklut í hes­um máli.
Ein stórur partur av tí, sum er staðfest í sjó­for­hoyri og eftirfylgjandi løgreglu­av­hoyring kundi verið – og er partvíst – staðfest við vanligum eftirliti. Og nógv, sum eftir øllum at døma ikki er alment stað­fest nakrastaðir enn, kann Fiskimannafelagið stað­festa.
Millum annað hevur Fiski­mannafelagið fingið avrit av mynstringarlistunum hjá Anitu higartil í ár. Teir eru als ikki gjørdir í samsvar við galdandi regl­ur, til dømis eru á flestu mynstr­ing­ar­listu­num bert upplýsingar um vinnubræv hjá skipar­a­num, meðan ongir upp­lýs­ingar eru um hetta hjá hin­um yvirmonnunum. Og sjálvt um skipið hevur skift skipara, er manningin ikki mynstrað av nýggjum, sum hon skal sambært mynstr­ing­ar­reglunum.
Hetta eru greið brot, og føroyskir fiskimenn vita, at bara tað minsta er galið við mynstr­ingarlistanum ella pappír­unum hjá teimum, tá Fiski­veiðieftirlitið vitjar um­borð, so fær skiparin stóra bót, og í ringasta føri verður skip­ið kravt til lands.
Men hóast Fiski­veiði­eftir­litið hevur verið umborð á Anitu í ár og framt eftirlit, so hevur ongin talað at mynstr­ingarlistunum.
Vørn hevur síðani 11. febru­ar vitað, at gørnini hjá Anitu stóðu á Skeivabanka, men hevur onki gjørt. Tvørt­ur­ímóti segði stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum seg onga heimild hava at gera nak­að sum helst, tá hann her fyri varð konfronteraður við atfinningar frá Kjartani Hoy­dal fyri onki at gera við ólóg­liga fiskandi gørnini hjá Anitu.
Nú hevur Vørn so funnið út av, at tað ber til at melda staðfestar ólóg­lig­heit­ir til løgregluna og kann samstundis nýta hetta sum eina kærkomna grund­gev­ing fyri at halda munn.
Vit mugu bara vóna, at Fiski­veiðieftirlitið ger sína skyl­du, nú Anita er farin út aftur at draga gørnini, og hevur eftirlitsfólk við um­borð fyri millum annað at kanna, hvat er í, og hvussu nógv gørnini eru í tali.