Bara fyri fáum árum síðan vildi tað ljóðað heldur torført at fáa føroyingar at seta okkara ræsta univers saman við sherry.
Tað var navnframi, Mortan í Hamrabyrgi, sum fyrstur kom við hesari paring, men sum vísti seg at verða eitt plettskot. Sami Mortan fann eisini samanhangin millum Chablis hvítvínið og smakksnoturnar á Føroyabanka-toskinum!
Tað gongur sjón fyri søgn við áhugaðnum fyri røstum og sherry, og tað var ein fullsett Áarstova av nøgdum gestum, sum farna leygarkvøld nutu nógvar ræstar rættir við áhugaverdum sherry-sløgum afturvi - og sum dessert ein forkunnug sjokulátukøka við garnatálg!
Kvøldið var sera væl fyriskipað av sjefkokkinum, Sigmundi Magnason Nielsen, og sommelier, Karin Visth. Teimum til hjálpar var eitt úrvalslið av fólki úr fleiri londum - jú, ræst á altjóða støði.
Tað er sera hugaligt og spennandi, hvussu nógv nú fer fram á gastronomiska økinum; ein kokkalærlingur av Sandi skal kappast um heimsmeistaraheitið í París, og sjefkokkurin, Ray, á Aarstovu fer næsta ár at kappast um heimsmeistaraheitið innan gourmet pittsur.
Einaferð sótu menn á einari gamlari kamfurkisti í Gongini og droymdu um Hong Kong og Kina! Nú er allur heimurin komin heim til okkum í Gongina, og vit kunnu droyma enn størri dreymar!
Johan Hot Mortensen
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














