Vælferðartøkni kann vera ein stór hjálp á eldraøkinum. Dømi um vælferðartøkni eru GPS-skipanir og ávaringarskipanir, so sum rørslu- og hurðavarnarar.
Hesi tól gera lívið tryggari fyri búfólk, og lætta um hjá starvsfólkunum í teirra arbeiði.
Men har eru forðingar, sum mugu fáast av vegnum.
Vælferðartøkni verður regulerað í tvingsilslógini, tí hon verður mett at vera inntriv í persónliga frælsið hjá fólki. Fyri at fáa loyvi at brúka vælferðartól, noyðast starvsfólkini á eldraøkinum at brúka nógva tíð uppá at skriva besverligar umsóknir um neyðug loyvi.
Starvsfólkini á eldraøkinum hava annað at gera enn at skriva umsóknir. Tey skulu brúka tíðina uppá tey eldru, og ikki uppá besverligar umsóknir um loyvi at brúka vælferðartøkni.
Støðan er ikki nóg góð, og tí skal tvingsilslógin dagførast og nútímasgerast.
Lógir eru til fyri fólkið og ikki øvut.
Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið









