Útboðið av laksi er væntað at økjast 8% í 2014 samanborið við 2013, tó er meginparturin av vøkstrinum longu komin á marknaðin. Tí verður mett at efturspurningurin a størri enn útboðið av laksi í fjórða ársfjórðingi, og tí fer laksaprísurin at hækka. Útlitini fyri 2015 eru eisini góð, tí útboðið av laksi er mett bert at økjast við 3%, meðan eftirspurinigurin økist við eini 7% um árið.
Lívfrøðiliga støðan er góð, og Bakkafrost væntar at taka 45-48.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2014. Hetta er heldur meira enn í 2013. Umleið 55% verða seld á spotmarknaðinum og 45% sum virðisøktar vørur. Í 2015 væntar Bakkafrost at taka 49.000-51.000 ton av laksi í kruvdari vekt.
Metingin um tøkuna av fiski er altíð tengd at einari ávísari óvissu m.a. tí lívfrøðiligu gongdini. Sum heild er lívfrøðiliga gongdin í Føroyum góð. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi saman við hinum alifyritøkunum í Føroyum við at niðurberja lúsina og betra um mannagongdirnar. Alifyritøkurnar í Føroyum gera áhaldandi samskipað tiltøk í hesum sambandi.
Ætlandi verða 10,7 milliónir smolt sett út í 2014 og 10,4 milliónir smolt í 2015. Talið av smolti sum verður sett út hvørt ár, er tenkt at hvørji aliøkir eru klár at seta út á.
Framleiðslan av liðugvørum gongur væl, og allar vørur sum verða framleiddar restina av árinum eru longu seldar. Byrjað er eisini at selja fyri 2015. Um 200 fólk arbeiða hvønn yrka dag við framleiðsluni av liðugvørum í Fuglafirði og á Glyvrum.
Útlitini hjá Havsbrún eru góð. Rávørustøðan er batnað munandi og eftirspurningurin frá alivinnuni eftir fóðuri er stórur. Mett verður, at samlaða nýtslan av laksafóðri í Føroyum í ár verður umleið 90-95.000 tons. Samlaða sølan hjá Havsbrún bæði innan- og uttanlands væntast at verða millum 83-87.000 tons.
Bakkafrost hevur kunngjørt eina íløguætlan fyri komandi árini. Endamálið við íløgunum er at tryggja, at Bakkafrost framhaldandi hevur besta kappingarføri, samstundis sum lívfrøðiligi váðin minkar, og framleiðsluorkan verður økt. Samlaðu íløgurnar fyri árini 2014-2017 eru mettar til 1.370 milliónir krónur. Íløgurnar umfata m.a. ein nýggjan brunnbát, nýtt kryvji- og góðskingar virki á Glyvrum og økta framleiðsluorku til smoltalingina. Íløgurnar verða fíggjaðar yvir raksturin, við verandi lánsfígging og nýggjari fígging, um hetta er skilabest fyri felagið. Íløguætlanin verður tikin til endurmetingar árliga, og um óvæntaðar støður stinga seg upp, kann felagið útseta íløgur. Vinningsbýtispolitikkur felagsins er óbroyttur.
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru-framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, meðan alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk.