Vænta eitt rimmar FMA show

Síðani í gjár hava tey gjørt ljóðroyndir í sambandi við Faroese Music Awards, FMA, sum verður í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld

 

Eitt er heilt víst, at seinastu árini hevur føroyskur tónleikur tikið seg nógv fram, men eisini er støðið á ljós- og ljóðtøknini hækkað nógv.

Tá in.fo vitjaði í Norðurlandahúsinum fyri løtu síðani til ljóðroyndina, var ein av fremstu songkvinnum okkara, Eivør Pálsdóttir á pallinum. Og uttan at avdúka ov nógv, so kunnu áhoyrararnir, sum koma í Norðurlandahúsið í morgin fáa eina eitt sindur øðrvísi, men fantastiska framførslu frá Eivør.

FM1 hevði á middegi samrøðu við samskiparan, Fróða Vestergaard. Trýstið á pílin fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við Fróða Vestergaard í tíðindunum á FM1 á middegi.

Enn eru nøkur fá atgongumerki eftir, siga tey í Norðurlandahúsinum. TRÝST HER fyri at keypa atgongumerki.