Eitt partrolarapar landar í dag, og nøkur landa seinni í vikuni. Fiskiskapurin er smáligur.
- Fleiri pør liggja við bryggju, men helst fer onkur út aftur í næstum.
Fríggjadagin vóru fimm djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Tveir fiska svartkalva, annar frystur, meðan hin er á ísfiskaveiðu og landar helst síðst í vikuni.
- Flestu djúpvatnstrolarar eru í løtuni á grynri vatni og fiska mest upsa og nakað av toski og øðrum. Teir koma inn at landa, sum vikan gongur.
Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju.