Væntaði ikki at Skam fór um allan heimin

– Eg væntaði als ikki, at røðin fór at vera víst um allan heimin, tá ið vit byrjaði at taka upp, sigur norska Julie Andem, ið er framleiðslustjóri av sjónvarpsrøðini SKAM.

 

Norska sjónvarpsrøðin snýr seg um fimm gentur, og hvussu tað er at vera tannáringur í Oslo í dag. Sjónvarpsrøðin bleiv sera skjótt spreidd runt um allan heimin, og áðrenn nakar visti, sótu tannáringar í bæði Kanada, Kina og Russlandi og hugdi eftir norsku røðini.

 

– Eg hati tað, tað er so ljótt, segði norska sjónvarps stjørnan Josefine Frida Pettersen, tá ið hon bleiv klipt, áðrenn hon fyri fyrstu ferð skuldi taka upp til heimskendu sjónvarpsrøðina SKAM.

 

Øll kenna hana sum Noora Sætre við tí reyðu varrastiftini, flotta stutta hárið hennara og heilt egna klædnastíl. Í veruleikanum dámar Josefine als ikki hennara útsjónd sum Noora.

 

– Eg haldi ikki sjáv, at eg riggi so væl við stuttum hári og reyðari varrastift, sigur Josefine Pettersen.

 

Umframt at vera sjónvarpsleikari, hevur Josefine eisini fingið møguleika sum model fyri W Magazine. Tað eru nógv, ið ivast í, hví Thomas Hayes ikki er við í sæsong 3.

 

Thomas spælir William Magnusson, ið er sera væl umtóktur ímillum genturnar á Nissens skúlanum. Aftan á tvær tær fyrstu sæsongirnar helt Thomas, at hann skuldi fara víðari við arbeiðinum sum filmsleikari.

 

– Eg føldi í royndum, at tað var upp á tíðina, at eg endaði tað, so at eg kann fara víðari til onnur støð og at hava atlit at onkrum øðrum, soleiðis at eg kann fáa venjing og vera ein betri filmsleikari, segði hann við Dagblaðið.

 

Viðhvørt gloyma fólk, at filmsleikarirnir eru heilt aðrir persónar í veruleikanum, sum t. d. 17 ára gamli Tarjei Sandvik Moe, ið spælir Isak Valtersen, sum er høvuðspersónur í sæsong 3.

 

Í filmsrøðini hevur Isak trupulleikar við sínum kynsemi og hevur yvirraskað øll við, hvussu væl hann og hansara viðleikari, Henrik Holm spæla.

 

– Eg tími ikki at tosa við míni foreldur um SKAM. Eg kenni meg illa av, at tey halda, at eg eri sum mín leiklutur. Eg eri heilt annarleiðis enn Isak, og eg royni at vera líkasælur, sigur Tarjei. 

 

Hann hevur longu gjørt av, at framtíðin skal ganga fyri seg á myndatóli. Nú tá ið sæsong 3 var liðug í desember, sita øll og bíða eftir at sæsong 4 skal koma út. Ætlanin er, at fyrsti partur kemur út í vár, men tað er enn eingin ávísur dgur settur fyri nær í vár.

 

Tað er enn loyniligt, hvør ið er høvuðspersónur í sæsong 4, og vit fáa nokk einki at vita, fyrr enn beint áðrenn sæsongin kemur út. 

 

Ulrikke Falch, ið spælir Vilde Lien Hellerud, hevði skrivað út á Instagram, at hon skuldi vera høvuðspersónurin í næstu sæsong, men vit vóru øll skuffaði, tá ið hon seinni á degnum skrivaði, at hon var blivin ”hackað”, og at tað eingin sannleiki var í tí, sum bleiv skrivað.