Spell, at Vágoyggin ikki var eins viðkomandi fyri hesar flokkar, tá í tað galt.
Útbygging av flogvølli og liðugtgerð av fasta sambandinum um Vestmannasund hava jú verið sera viðkomandi í tí valskeiði sum nú er um at vera útrunnið.
Lyklastøða
Mangan verður tikið til, at onkur er komin í eina lyklastøðu og soleiðis má sigast um Vágoynna, hon hevur verið í eini lyklastøðu partar av verandi tingsetu.
Síðani 11. juni 1996 hevur Vágoyggin átt landsstýrismannin í Vinnumálum, formannin í Vinnunevndini og formannin í Fíggjarnevndini.
Hetta má sigast at vera lyklastøðu burturav, ein støða sum aðrar oyggjar helst vildu ynskt, at tær kundu komi í, og sum átti at verið garantur fyri fyritakssemi og vælvild.
Persónarnir
Tað hevur verið skotið umboðunum úr Vágoynni í skógvarnar, at tey ikki hava gjørt nokk fyri oynna, ja ikki hava hugsa um, ella strongt á at fingið sett pening av til íløgur í oynni.
Hesin kritikkur skal nokk vera rættur, tá ein hugsar um tað lyklastøðu tey hava verið í, men rætt skal vera rætt, umboðini úr Vágoynni góvu undirritaða ávísan stuðul í arbeiðinum við fasta sambandinum um Vestmannasund.
Hesin stuðul bleiv bara so avmarkaður, við tað at flokkarnir sum umboðini eru knýtt at, ikki ynsktu at stuðla tiltakinum.
Dreymurin um ein flogvøll á Glyvursnesi er so sterkur í hesum og øðrum flokkum, at Vágoyggin gjørdist gísli.
Glyvursnes
Hóast møgulig íløga í annan flogvøll liggur langt úti í framtíðini, um tað nakrantíð gerst verunleiki, so eru teir villigir til at halda verandi flogvølli og Vágoynni niðri, fyri at framprovokera tørvin fyri øðrum flogvølli.
Uttan at neyðugu kanningarnar eru gjørdar á Glyvursnesi hava teir sett sær fyri, at har skal vøllurin liggja.
Nú frættist so, at býráðið í høvuðsstaðnum fer undir ávísar kanningar úti á Glyvursnesi.
Hvar flogvøllur í Føroyum skal liggja er ein landsuppgáva, tí er tað ikki sørt undrunarvert, at landsstýrismaðurin í kommunumálum ikki letur hoyra frá sær.
Tað kundi jú hent, at aðrar kommunur eisini eru áhugaðar og vildu farið undir kanningar av lendi sum sær út til at vera egnað til flogvøll.
Slept uppá fjall
Vágoyggin kann av sonnum sigast at vera slept uppá fjall.
Aftaná at undirritaði hevði fingið danska ferðslumálaráðið í talu og fingið teir til at opna eyguni fyri trupulleikanum í flogvallaviðurskiftum okkara, ja enntá fingið ítøkiligar forhandlingar í gongd, sá alt so gott út.
Danski ferðslumálaráðharrin og undirritaði fingu sett nevnd til at gera eitt álit, sum kundi vera grundarlag fyri útbyggjan av flogvøllinum í Vágum.
Undirritaði bleiv kveistraður av politiska vígvøllinum júst sum hetta álit var liðugt.
Úrslitið kenna vit øll - nú vilja danir hava greið boð úr Føroyum, hvat vit føroyingar vilja við flogvallaviðurskiftunum.
Ikki so undarligt, hugsandi um skriftligu áheitan løgmans til donsku myndugleikarnar, beint eftir syrgiligu vanlukkuna í Selvíkum.
Tað eydnaðist fíggindunum av flogvøllinum í Vágum at steðga tí sera positiva holdninginum til útbyggingar sum var í ferðslumálaráðnum.
Undirsjóvartunnilin
Í februar mánað í 1997 var undirritaði í Íslandi og fór í tí sambandi at skoða arbeiði við undirsjóvartunnli undir Hvalfjørðinum.
Hetta arbeiði, tann tøkni sum her var nýtt og ikki minst fíggingarmynstrið var sera áhugavert.
Aftaná at vera heimafturkomin, kunnaði undirritaði landsstýrið um hetta arbeiði og segði frá, at kanningar fóru at vera gjørdar.
Í Juni mánað 1997 var undirritaði so aftur á staðnum, hesaferð saman við bólki av m.a. umboðum fyri politisku flokkarnar.
Politiski áhugin fyri hesi verkætlan sá út til at vera stórur, og bleiv staðfestur á fundi í Vágum nakað seinni, hvar umboð fyri allar flokkar lovaðu stuðul.
Fyri at henda verkætlan ikki skuldi detta niðurfyri gjørdi undirritaði sær so stóran ómak, at samgongutinglimir blivu kunnaðir skriftliga.
Samstundis bleiv spurt eftir teirra holdningi til verkætlanina.
Hvat síðani hendi í málinum er øllum greitt, og nýtist ikki meiri umrøðu.
Bert skal viðmerkjast, at stuðulin sum hinir flokkarnir høvdu boðað frá sást ongastaðnis.
Grunnurin
Av eini ella aðrari orsøk, -eg trúði í fyrstuni, at tað var fyri at fáa samgonguna til at halda saman-, blivu 20 milliónir settar í grunn, sum so skuldu kunna brúkast til fasta sambandið um Vestmannasund.
At hetta var ein táta vistu øll sum hava nakað við politikk at gera.
Tað er jú sligið fast, tá grunnar eru avtiknir, at tað er líkamikið um peningur stendur í landskassanum ella hann liggur í grunni.
Grunnurin hevur tí ikki ført okkum nærri eini byrjan av verkætlanini.
Valið 30. apríl.
Sum vera man, so leika allir flokkar í nú veljarin fær orðið.
Miðflokkurin var tann fyrsti. Eins og mureldur í skrúvuvatni kom flokkurin fram á skíggjan og royndi at kanna sær part í skrúvuvatninum.
Svend Åge Ellefsen sær út til at vera tann, sum skal forsvara fólkaflokkin.
Hans Jørgensen roynir eisini at vera verja fyri javnaðarflokkin.
Eitt sindur undrunarvert, at hesir menn vilja føra oyggjafólk sítt bak ljósið við at tøla tey við ætlanum, heldur enn at greiða teimum frá hví teir einki gjørdu tá á stóð.
Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin eru ikki komnir á vøllin enn.
Helst eru teir hóast alt so mikið at sær komnir, at teir tiga, eftir at Finnbogi Ísakson og Edmund Joensen hava sligið fast, at teirra flokkar ikki vilja hoyra talan um at flogvøllurin skal blíva verðandi í Vágum.