Vaktarskifti í Oslo

Thorbjørn Jagland megnaði ikki at fáa tað undirtøku hann ynskti, og hann megnaði ikki at steðga Carl I. Hagen. Haraturímóti gjørdis valkvøldið hugaligt hjá Kjell Magne Bondevik og Kristiliga Fólkaflokkinum. Besta valið nakrantíð, og ein forsætisráðharra fekk flokkurin

13. oktober leggur Thorbjørn Jagland frá sær sum stjórnarleiðari í Noregi. Í hansara stað kemur Kjell Magne Bondevik úr Kristiliga Fólkaflokkinum. Í Oslo rokna teir flestu politisku eygleiðararnir við at hetta gerst ein stjórn sum ikki kemur at sita serliga leingi. Møguliga fellur stjórnin longu áðrenn stytsta dag í ár, men um Bondevik dugir at koyra snyrr, so kann hann sita leingi.

Kristiligi Fólkaflokkurin hevur ongantíð havt so stóran Stórtingsbólk, Vinstri fekk sín egna lítla bólk, og Miðflokkurin misti 20 sessir í Stórtinginum, og situr eftir við 12 sessum. Samanlagt mistu hesir tríggir flokkarnir, ið eisini standa aftanfyri Sentrumsalternativet, nakrar sessir í Stórtinginum. Men soleiðis sum Stórtingið verður samansett kann ein stjórn við Kjell Magne Bondevik sum leiðara koma til at sita leingi í stjórnarbygningunum.

Orsøkin er eitt gott val hjá Framsóknarflokkinum.


Stuðlar Bondevik

Framsóknarflokkurin gjørdist næststørsti flokkurin og kann koma til at tryggja eini Miðflokkastjórn. Carl I. Hagen hevur seinastu dagarnar als ikki avvíst at hansara flokkur kann koma til at lata Kjell Magne Bondevik sita leingi, um flokkarnir annars kunne koma til semjur í Stórtinginum.

Ein sum ikki stuðlar hesi komandi trýflokkastjórnini er Jan Petersen og Høgri. Bróðurflokkurin hjá Fólkaflokkinum fekk sítt vánaligasta úrslit nakrantíð. Jan Petersen var fáar dagar áðrenn valið »bumbusikkur uppá« at Høgri gjørdist næststørsti flokkur aftur. Í staðin sær tað út til at flokkurin gerst fjórðistørsti flokkurin í Stórtinginum. Teirra leiklutur í Stórtinginum kann gerast sera lítiðsigandi, og tað kann eisini vera orsøkin til at Jan Petersen framvegis er í tí trúgv at hinir flokkarnir kunnu ikki stýra uttan at Høgri er við.

Men um Carl I. Hagen framyvir heldur tað kós hann hevur havt undir valstríðnum, so kann Høgri halda fram við síni oyðimarkagongd næstu fýra árini.

Hóast Carl I. Hagen verður ákærdur fyri at fylgja í fótasporunum hjá Jean Mari LePen og Jörg Haider, so hevur flokkurin tikið til sín ein stóran part av politikkinum hjá Arbeiðaraflokkinum, millum annað innan heilsu- og umsorg. Carl I. Hagen hevur eisini tikið til sín ein part av skránni hjá Høgra. Hetta merkir at Framsóknarflokkurin í stóran mun hevur lagt seg ímillum Arbeiðaraflokkin og Høgra.


Jagland tapti

Thorbjørn Jaglandi vildi hava 36,9 prosent av veljaraskaranum, og hann vildi forða Framsóknarflokkinum at gerast ein stórur flokkur. Bæði málini miseydnaðust. Arbeiðaraflokkurin fær umleið 35 prosent av veljaraskaranum og missir tveir?tríggjar sessir í Stórtinginum.

Thorbjørn Jagland boðaði longu valkvøldið frá at hann leggur frá sær aftaná at stjórnin hevur lagt fram sítt uppskot til fíggjarlóg fyri 1998. Hetta hendir tann 13. oktober.

Jagland hevur lagt dent á at flokkurin ikki kemur at stuðla eina stjórn sum vil burtur frá tí kós Arbeiðaraflokkurin hevur lagt. Men hann hevur ikki sagt hvat flokkurin kemur at gera tá miðflokkarnir skipa sína stjórn, og skulu fáa hana góðkenda í Stórtinginum.

? Arbeiðaraflokkurin kann ikki fyrst leggja frá sær, fyri síðani at leggja bein fyri teimum sum royna at skipa eina nýggja stjórn, sigur Carl I. Hagen.

Spurningurin er hvussu leingi Thorbjørn Jagland og Carl I. Hagen vilja lata eina Bondevik-stjórn sita. Arbeiðaraflokkurin og Framsóknarflokkurin hava meiriluta á Stórtinginum, og flokarnir hava seinnu árini víst at teir kunnu samarbeiða um hópin av málum.


Nýggja Ap-stjórn

Í Stórtinginum fær ongin bólkur meiriluta. Arbeiðaraflokkurin fær umleið 64 sessir, miðflokkarnir umleið 43 sessir, Høgri 23 og Framsóknarflokkurin 26. Harafturat kemur Sosialistiski Vinstriflokkurin við sínum átta umboðum. Fyri teir flokkarnir sum eru borgarligir er støðan ópassandi. Arbeiðaraflokkurin, Sosialistiski Vinstriflokkurin og Miðflokkurin hava til samans meiriluta.

Um Kjell Magne Bondevik miseydnast við síni stjórn, kann Arbeiðaraflokkurin aftur koma í stjórnarbygningarnar. Fyribils hevur Thorbjørn Jagland sagt at teir ikki vilja stýra landinum saman við SV og Miðflokkinum, men støðan kann broytast. Tí er tað ikki óhugsandi at hesir tríggir flokkarnir finna saman í eitt stjórnarsamarbeiði.