Skip, sum sigla í Miðjarðarhavinum ella við vesturafrikonsku strondina seinni í ár, kunnu vænta at møta einum íslendskum sjóverjuskipi, og skuldi ein tyrla hingið í luftini, kann væl henda, at eisini hon er komin úr Íslandi.
Sambært íslendsku fjølmiðlunum er játtanin vaktar- og bjargingartænastuna so lítil í ár, at tænastan noyðist at sleppa sær av við eina av teimum trimum tyrlunum, og harafturat skal eitt av skipunum leigast út til eftirlit í Miðjarðarhavinum.
Sambært vaktar- og bjargingartænastuni rakar tann skerda játtanin serliga bjargingartænastuna á sjónum.