Vakurt Vágseiðið fyri mær stendur

Hans í Líðini

Sum valevni á lista E til býráðsvalið í Vági komandi týsdag, fari eg at gera nakrar viðmerkingar til tað sum landsstýrið nú um dagarnar hevur kunngjørt viðvíkjandi miðnámsskúlanum í Vági.
Vesturi við Vatni stendur eitt grefligt op í tað frammanundan so góða og vakra lendi og tá ein nú hyggur at hesum og fer at hugsa um at hetta mikla sár verður standandi soleiðis komandi 15 ja møguliga 30 árini, so er tað eyðsæð, at ein gerst keddur.
Tað var her at ein miðnámsskúli skuldi byggjast, hvar ungdómurin í einum vøkrum umhvørvi við vatn og tætt við ítróttarøki, skuldi nema sær eina útbúgving sum tey so seinni kundu menna og brúka at stýra okkara lítla landi við. Tað var her ein skúli til ættarliðini aftaná okkum skuldi byggjast, soleiðis at tey kundu læra seg at náttúran saman við menniskjanum skuldi ganga uppí eina eind hvar árræði og mót saman við kunnleika skuldi kunna grógva.
Men hvat hendi, her kom ongin skúli, tí ávísir vágbingar bardust fyri at flyta skúlan burtur úr síni egnu bygd, henda skúla sum skuldi gera tað møguligt hjá Vágs bygd at vera verandi á landakortinum aftan-á eina kommunusamanlegging.
Og nú stendur hetta gapandi tóma, stóra, sár í vøllinum vesturi við vatnið og har verður tað standandi, tí kommunan hevur givið byggiloyvi til ein skúla har og eldrabýlisbyggningar eru projekteraðir í hinum endanum í býnum, so um vit skulu byggja nakað eldrabýli (ellisheim) afturat her, so verður tað sjálvandi á Marknaoyri.
Eg havi hoyrt so mangar vágbingar seinastu dagarnar siga, at eitt ellisheim gevur jú fleiri arbeiðspláss til Vágs bygd og sunnaru helvt av Suðuroynni. Men hesir fara totalt skeivir. Í løtuni arbeiða 20 fólk úr sunnaru helvt á Ellisheiminum á Tvøroyri og kemur eitt ellisheim higar (sum eg tvivli uppá) so mugu hesi 20 fólk sjálvandi sleppa nærri til sín sjálvs at vinna. Verða tað 35 arbeiðspláss á umtalaða ellisheimi, so fáa vit bert 15 nýggj arbeiðs-pláss, meðan søkt verður eftir 20 nýggjum kvinnum til Ellisheimið á Tvøroyri. Ein kundi spurt um teir arbeiðsútvegandi samgongulimir hava roknað uppá hetta í forhold til teir lærarar sum vit jú missa úr bygdini.
Tá talan nú í løtuni er frammi um at leggja Suðuroynna saman í eina kommunu, so kundi fyrsta stigið verið tikið, við at bygt heilsurøktarskúlan saman við tí projekteraða miðnámsskúlanum vesturi við Vágsvatn. Ella kundi Heilsurøktarskúlin flutt inn í núverandi spildurnýggja studentarskúlan sum er í Vági, har eru 2 stovur við pláss til 30-34 næmingar, har er køkur og kaffistova og har er lærarastova við øllum hentleikum. Tá kundu tit landsins kosnu tosað um sparing. Hvat kostar tað at flyta næmingar aftur og fram frá skúlanum í Hovi bert til og frá ítróttarøkjunum, jú 4 heilar læraralønir um árið; er tað at spara?
Hvat kostaði arkitektakappingin og hvat kostar útgrevsturin vesturi við vatni? Kann hetta sparast inn aftur við at flyta skúlan til Hovs.
Sjálvt um eg havi verið sjómaður heila mítt lív so dugi eg tó at skyna á, at tað ikki ber til at trekkja eitt ellisheim í eini automat.
Býtið millum kommunur og landið, peningarliga, til bygging av einum ellisheimi er 50-50%. Býtt út á kommunurnar eftir fólkatalinum. Tað vil siga at Vágs kommuna skal gjalda ca. 5.4 mill. kr, Tvøroyrar kommuna 6,5 mill., Sumb-iar og Hvalbiar kommunur umleið 1,6 mill. í part, Fámjins, Hovs og Porkeris kommunur umleið 0,8 mill. í part.
Tann brennandi spurn-ingurin er, um hesar kommunur, her og nú kunnu leggja henda pening á borðið?
Í tíðindaskrivi sigur landsstýrið at kommununnar partur, í hesum førinum verður minnienn tey 50%ini, men um tað skal lata seg gera, so skal ein lógarbroyting til, og um so landsstýrið skal av við nógv størri part enn tey lógarásettu 50%ini hvat er so spart við skúlanum?
Um vágbingar sjálvir berjast fyri at fáa henda miðnámsskúla úr bygdini, afturat øllum tí, sum varð avreitt av bygdini fyrst í 90unum, so vælgagnist teimum, tá er skommin fullborin.
Eg skal gera øllum púra greitt, at eg ikki á nakran hátt kann taka undir viða t ávísir persónar vilja knúsa okkara egnu bygd, fyri at tekkjast øðrum størri politikkarum aðrastaðni frá.
Vit eru hóast alt nøkur, sum enn vilja verja borg og berjast fyri at okkara vakra bygd skal yvirliva.
Tøkk til tey 9 sum enn manna býráðið fyri at tey øll vóru samd í at skúlin skuldi verða verandi, men enn størri tøkk til tey fyri at tit bjóðaðu landsins myndugleikum eitt ókeypis grundstykki til eitt Ellis- og røktarheim her á staðnum. Tit 9 vildu varðveita Vágs bygd og gævi tey komandi 9 eisini gera tað.
Fer skúlin úr Vági, fáa allir vágbingar ársins neyðrakett, tað er onki at ivast í og so mugu teir sjálvir placera ábyrgdina.
Bestu kvøður og gott val.