Fótbóltur
Ein av teimum, sum stóð heilt ovarliga á listanum hjá Fótbóltssambandinum, nú nýggjur landsliðsvenjari skal finnast, var Guðjón Þórðarson.
Hesin hevur eitt stórt venjaranavn í Íslandi. Eitt nú var hann í trý ár landsliðsvenjari hjá Íslandi, og tað var undir hansara leiðslu, at Ísland var so sera nær við at vinna seg til EM-endaspælið í 2000. Avgerandi dystin ta ferðina tapti Ísland móti heimsmeistarunum úr Fraklandi við 3-2 á Stade de France í Paris. Tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at heimaliðið skoraði málið, sum sendi Frakland fram um Ísland, og so siga søgubøkurnar annars, at Frakland seinni vann endaspælið.
Men eisini í aðrar mátar hevur Þórðarson gjørt um seg. Umframt at hava vant fleiri íslendsk feløg, var hann venjari, tá íslendskur kapitalur yvirtók Stoke City, sum eisini vann sær uppflyting til næst bestu ensku deildina við Þórðarson sum venjara. Í Onglandi hevur hann eisini vant Barnsley og Stoke, umframt at hann eitt skifti vanda norska Start. Og jólaaftan kundi Crewe Alexandra boða frá, at hann teir høvdu sett íslendingin í starv sum venjara.
Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, váttar, at Guðjón Þórðarson stóð á teirra lista, men vil í aðrar mátar bert staðfesta, at nú hesin er vorðin venjari hjá enska Crewe Alexandra, er hann ikki longur aktuellur.
Tað skilst tó, at tá íslendinginum stóð í boði at gerast venjari í Onglandi aftur, vildi hann hava greitt at vita frá FSF, um hann kundi rokna við starvi í Føroyum, ella um hann skuldi taka av enska tilboðnum. Og hóast partur av starvsnevndini fegin vildi geva honum hetta lyftið, so var tað ikki nóg mikið, og tí valdi hann at taka av tryggaru loysnini.
Um Þórðarson verður annars sagt, at hann er ein sera harður hálsur sum venjari. Og meira enn eina ferð er hann endaður í breddanum fyri viðurskifti, sum ikki ganga fyri seg innan fyri hvítu strikurnar. Einamest er hann ikki bangin fyri at siga sína hugsan, og so leggur hann annars vertin á, hvat onnur halda.
Og at fótbólturin er í blóðinum, er eingin ivi um. Guðjón Þórðarson hevur tríggjar synir, sum allir royna seg sum yrkisspælarar. Teir eru Joey, Bjarni og Þórður Guðjónsson.