Valdi Tjóðveldi russlandssamstarvið tá tey valdu Sirið?

Bjørt Samuelsen er sum tingforkvinna bundin niður politiskt. Men kortini hevur hon viðhvørt sent nøkur signal, sum summi hava lagt stóran týdning í.

##med2##

 

Trýstið á pílin omanfyri fyri at hoyra samrøðu við Sirið Stenberg í Kringvarpinum í gjárkvøldið

 

T.d. gjørdi hon 24. okt í fjør viðheftu mynd av sær sjálvari og Zelenskyj til ‘høvuðsmynd’ ella ‘bakgrundsmynd’ á FB. 

Orsøkin var ikki, at myndin var nýggj. Hon var frá vitjanini hjá ukrainska leiðaranum í Dk heilar tveir mánaðir frammanundan. 

Tað, sum hendi síðst í oktober, var, at kjakið um hvørt avtalan við Russland skuldi leingjast ella ikki var í hæddini. Tí lósu nógv myndina sum eitt politiskt signal um, at Bjørt var millum tey, sum hildu, at Tjóðveldi skuldi standa við síni vallyfti í málinum um Russland. 

Sirið Stenberg hevur mær vitandi ikki sagt nógv um hetta, men í síni fyrstu samrøðu við KvF sum forkvinna meldaði hon út!

 

Politiskt heldur Sirið Stenberg tað vera í ordan, at Føroyar á stjórnarstigi gera nýggja avtalu við stýrið hjá Putin. 

Hesi boðini frá Sirið koma beint eftir, at Putin hevur styrkt samstarvið við Norðurkorea, sum sendir soldatar til Russlands, og sum allarhelst fær framkomin vápn afturfyri - vápn, sum verða ein hóttan móti fleiri londum í Asia

Alliansan millum Russland og Iran er eisini sterkari enn nakrantíð, nú Sirið meldar út. 

Kortini ristir hon ikki á hondunum. 

Ikki bara politisk virði 

 

Eitt er, at Sirið heldur russiska-føroyska srjórnarsamstarvið vera politiskt “til at liva við”. 

Men hvussu við ávirkanini á okkara grunnar? Sær hon ongan vanda í, at vit lata russar fiska 150.000 tons av fiski á okkara leiðum? (Tað, vit lata í umbýti pluss tað, vit loyva teimum at fiska inni hjá okkum av síni altjóða kvotu). 

 

Heldur hon tey 14.000 tonsini, har minni enn 10.000 tons eru toskur, vera nóg mikið at fáa afturfyri? Og hvat um hetta tal minkar heilt munandi í komandi avtalu? Er tað so eisini í lagi? 

Heldur Sirið tað vera í lagi, at eftirlitið við russisku risaskipunum er einastaðni millum minimalt og ikki-eksisterandi? 

Er hon sannførd um, at uppgivnu nøgdirnar hjá russum eru rættar - og at hjáveiðan er innan loyvt mark? Tað má hon jú vera sannførd um - men hvat byggir hon hetta stóra álit á? 

Hví heldur Sirið verandi roknistykki vera gott fyri Føroyar? Og sær hon ongar møguleikar fyri føroyskt vinnulív í umleið 90.000 ‘nýggjum’ tonsum av uppsjóvarfiski? 

Sirið gongur neyvan inn fyri at lata russum ein blankokekk. So hvørji eru politisku, búskaparligu og biologisku kriteriini, sum sambært Sirið skulu vera til staðar, um avtalan við stýrið hjá Putin skal endurnýggjast? 

Mann má vóna, at KvF onkuntíð fer at spyrja nýggja formannin um hetta...