Valfepur í Klaksvík4


Klaksvíkin er sum so nógv onnur pláss í Føroyum merkt av politikki hesar dagarnar. Á arbeiðsplássum verður tosað um politikk í kaffipausunum, og á gongubreytini verða meingingar um øll tey ymsu valevnini havd á lofti.
Sosialurin hevur verið ein túr í býnum og máta valfepurin á staðnum


Jórun Mørkøre, bakari
- Her merkja vit øllum førum nógv til valfepurin. Men tað er mest inni á sjálvum bakarínum, ikki í handlinum.
Arbeiðsfólkini her umboða bæði Sambandsflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, og vit ganga øll og mala um beinini hjá hvør øðrum við ymsum meiningum. Hetta skapar sjálvandi stórar og harðar diskutiónir, men tó eru vit ongantíð farin til hendurs enn, sigur hon skemtandi.
- Men sum heild haldi eg, at stórur áhugi er fyri valinum í ár. Sjálv havi eg ikki tikið endaliga støðu til, hvønn eg skal velja. Men tað fer so ikki at hava nakað við loysing at gera.