Havnin hevur ónýttar møguleikar til at gerast ein góður lestrarbýur við nógv fleiri lesandi, sum geva sítt virðismikla íkast til samfelagið. Og eisini fær Havnin við komandi atlimaskapi Føroya í europeiska Erasmus+ gyltan møguleika at blíva ein spennandi altjóða universitetsbýur.
Men hvussu kann hetta fremjast í verki, og hvat skal til fyri at seta ferð á hesa menningina av høvuðsstaðnum?
Og hvussu kann Fróðskaparsetrið við nýggju samstarvsavtaluni við Kommunufelagið hjálpa kommununum við at fáa dygdarbetri og burðardyggari tænastur til borgararnar?
Hetta verða høvuðsevnini á stórum politiskum valfundi í Kongshøll mikudagin 30. oktober klokkan 15.
Øll eru hjartaliga vælkomin á valfundin, sum eisini verður stroymdur, skrivar setur.fo.
Valevnini við pallborðið eru hesi:
Sambandsflokkurin:
Halla Herdalur Poulsen,
Petur Frank Jákupsson Holm
Tjóðveldi:
Bergdís Ester Gísladóttir Jensen
Jan Klein Olsen
Javnaðarflokkurin:
Milia Egilsnes Anda
Kristianna Winther Poulsen
Miðflokkurin:
Rani A. Skaalum
Jens Knudsen
Borgaralistin:
Katrina í Geil
Jóhan E. Simonsen
Framsókn:
Súsanna Olsen
Sjúrður Zachariasson
Fólkaflokkurin:
Annfinn Hjelm
Birita Lamhauge Jóansdottir
Kommunulistin:
Malan á Dunga
Hans Petur í Brekkunum