Vallistarnir liggja alment frammi

Til býráðsvalið 12. november 2024 í Tórshavnar kommunu eru vallistarnir til øll atkvøðustøðini í kommununi frammi til alment eftirlit í Snarskivuni frá 15. til 29. oktober 2024.

Kærur um skeivleikar á listanum skulu sendast Tórshavnar kommunu í seinasta lagi eina viku fyri valdagin.