Valluttøkan eitt sindur hægri enn í 2017

Umleið 44 prosent høvdu atkvøtt til kommunuvalið í Danmark klokkan 16. Brævatkvøðurnar geva eina fyribils størri valluttøku enn í 2017.

 

Í dag klokkan 16 høvdu 43,8 prosent verið á kommunuvali í Danmark. - Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Atkvøðuprosentið á kommunuvalinum í Danmark nú seinnapartin er eitt vet hægri enn somu tíð fyri fýra árum síðani.

Men munurin er minkaður nakað út á dagin.

Tað vísa stakroyndir, sum Ritzau hevur gjørt klokkan 16 hjá ávísum kommunum og valstøðum, sum tilsamans hava 451.000 veljarar.

Av teimum hava 43,8 prosent atkvøtt higartil.

Talið fevnir bæði um brævatkvøður fyri valið og dagsins atkvøður, sum eru avgreiddar teir átta tímarnar, valstøðini hava verið opin.

Á valinumm í 2017 var tilsavarandi atkvøðuluttøkan 39,2 prosent í somu kommunum somu tíð.

Við seinastu kanning er valluttøkan 4,6 prosentstig hægri enn í 2017.

Men bara tveir tímar fyrr var forspringið í mun til 2017 nakað hægri, 6,2 prosentstig.

Tað bendir á, sum væntað, at luttøkan fer at verða lægri í ár, serliga síðstu tímarnar á degnum, sigur Kasper Møller Hansen, valgranskari.

– Vit eru enn eitt sindur framman fyri seinast, men brævatkvøðurnar eru ein stórur partur av tí, sigur Kasper Møller Hanse, sum er professari á Københavns Universitet.

Tað eru 68 prosent fleiri brævatkvøður hesaferð, vísa kanningarnar hjá Ritzau.

Harumframt hava kommunur og stjórnin mælt til at atkvøða fyrr um dagin fyri at sleppa unda bíðirøðum, sum vanliga eru, tá fólk fáa frí frá arbeiði.

Við seinasta kommunuval í 2017 atkvøddu flest fólk millum klokkan 16 og 19.

– Tølini benda á, at danir hava broytt atferð. Hvussu tað endar, er ilt at meta um, men í løtuni bendir á, at vit helst fara at hava eitt sindur lægri valluttøku, enn seinast, sigur Kasper Møller Hansen út frá stakroyndunum.

Atkvøðuluttøkan seinast var 70.8 prosent.

/ritzau/

 

 

 

Í dag klokkan 16 høvdu 43,8 prosent verið á kommunuvali í Danmark. - Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix