Nú ber til at fylgja við valstríðinum á internetinum. Sosialurin hevur gjørt eina serliga valheimasíðu, sum verður dagførd loypandi gjøgnum dagin og í vikuskiftum, og har øll kunnu lesa uttan at vera haldari.
Sum vera man eru nógvar valgreinar í blaðnum nú um dagarnar, men fyri betur at kunna halda skil á, hava vit gjørt eina seraliga síðu á InternetSosialinum, har til ber at fáa eitt sindur at vita um valevnini, yvirlit yvir øll, ið eru uppstillað ? og so hava øll valevnini eisini høvi at fáa allar sínar valgreinar lagdar har eins og link til egnar heimasíður.
Sum við seinasta val taka bløðini pengar fyri valtilfar frá tí, at uppstillingarlistarnir eru latnir inn. Valheimasíðan hevur verið tøk síðani vikuskiftið, og hava rættuliga nógvar vitjanir verið á síðuni ? seinasta samdøgrið táttaði í 7.000 vitjanir.
Síðan sæst á www.sosialurin.fo