Valur í dyst um “Bikarið”

Christian R. Mouritsen, Pól Jóhannus Justinussen og Jónas Tór Næs, eru allir tøkir til steypadystin móti ÍBV í kvøld.

 

Íslendska steypakappingin er komin til 1/8 finalurnar, sum verða leiktar í kvøld. Á heimavøllinum hjá Vali kemur ÍBV á vitjan. Valur hevur 12 stig á fjórða plássi fyri seks dystir, meðan ÍBV hevur 13 stig á øðrum plássi fyri sjey dystir í landskappingini. Teir tríggir føroyingarnir á liðnum er allir tøkir. Dysturin byrjar klokkan 19:00 føroyska tíð.