Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld seinasta dystin í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í 2023.
Valur spældi í kvøld á útivølli í Mosfellsbær móti Afturelding.
Valur vann dystin 33-28. Í steðginum var Valur á odda 19-15.
Allan skoraði tvey mál fyri Val.
Nú farið verður til ein vetrar og HM-steðg, ið varir til 1. februar er Valur nummar tvey í deildini við 20 stigum fyri 13 dystir. FH er fremst við 23 stigum.