Óloysta marknatrætan millum Føroyar og Bretland skapar óvissu um, hvussu tað verður við ætlaðu fyrstu útbjóðing á føroyska øki. Løgmaður boðaði herfyri frá, at hann prioriteraði eina loysn í marknatrætuni hægri enn eina komandi útbjóðing til oljuleiting.
Annars hevur ætlanin verið og er tað helst framvegis at lata upp fyri tí fyrsta útbjóðingarumfarinum tíðliga í 97. Tað ljóðar, at uppskot til skattalóg og annars reglur og treytir í sambandi við eina útbjóðing er um at vera liðugt.
Men áðrenn nakað ítøkiligt hendir á hesum øki skal fyrst sjálv oljulóggávan samtykkjast. Tað verður helst tíðliga í januar.
Spurningurin er so, hvørja ávirkan henda óvissa hevur á áhugan hjá oljufeløgunum at fara undir at leita eftir olju við Føroyar!
Total enn á síðulinjuni
Sosialurin hevur tosað við eitt av teimum oljufeløgunum, sum enn ikki hevur gjørt av, um tað fer at vera við í føroyska oljuuævintýrinum. Talan er um franska oljufelagið Total. Hetta felagið stendur fyri fleiri teigum vestan fyri Hetland. Felagið gjørdi eisini fyri nøkrum árum síðani seismiskar kanningar á føroyskum øki.
Tony Rochester stendur á odda fyri kanningararbeiðinum hjá Total á Atlantsmótinum.
Felagið gjørdi herfyri samstarvsavtalu við norska felagið Saga um at arbeiða saman á økinum vestan fyri Hetland.
Total hyggur í løtuni eftir møguligum samstarvspartnarum á tí føroyska økinum og sigur Tony Rochester, at teir útiloka einki felag, heldur ikki Saga. Møguliga fara teir at taka eina avgerð í mars mánað, um teir fara at leggja seg eftir at vera við í leitingini við Føroyar og um so verður tá eisini at finna samstarvspartnarar.
Óheppið
Við bóðu Tony Rochester um hansara meting av støðuni, um so er at marknatrætan ikki verður loyst í bræði.
Hann sigur seg ikki vera yvirbjartskygdan um tey økini við Føroyar, sum ikki eru umfatað av ósemjuni við bretar. Tvs. økini, sum føroyingar herfyri lutaðu út í eini fyribils útbjóðing. Hann heldur Hvíta økið tvs. økið millum tað, sum bretar og føroyingar hava kannað sær, verða meira attraktivt enn føroyska landgrunnin.
Men Tony Rochester ger vart við, at hann byggir hesa niðurstøðu á tað sera avmarkaða arbeiði, sum Total hevur gjørt av føroyskum øki. -Eg vil gera vart við, at vit hava ikki keypt serliga nógv av seismiskum tilfari og hava sjálvir gjørt sera lítið við at kanna føroyska økið, so henda niðurstøða okkara kann skjótt broytast, um vit fara undir miðvísar kanningar.
Uppá fyrispurning um óloysta marknatrætan kann vera ein stórur meinbogi fyri Føroyar, nú farast skal undir 1. útbjóðingarumfar sigur Tony Rochester, at tað sjálvandi veldst um, antin føroyingar gera av at hava eina lisensrundu, áðrenn marknatrætan er loyst ella ikki. Tað heldur hann er ógreitt í løtuni.
Ein torfør avgerð
-Men heldur tú, at oljufeløgini fara at umhugsa áhugan fyri Føroyum, um eingin lisensrunda verður, áðrenn marknatrætan er loyst?
-Tað eg sigi her er er fyri egna rokning. Hetta er ikki ein gang tað, sum felag mítt stendur fyri. Um marknatrætan hevði verið loyst, so høvdu tit fingið nógv fleiri umsóknir í eini útbjóðing, enn um ein útbjóðing fer fram, uttan at markið er ásett.
-Heldur tú harvið, at føroyskir myndugleikar kanska áttu at bíðað heilt við eini útbjóðing til marknatrætan er loyst?
-Spurningurin har er, hvussu langa tíð tað fer at taka. Hetta verður ein sera torfør uppgáva hjá tykkara politikarum at loysa. Sjálvur vildi eg ikki verið í skónum hjá føroyskum politikarum. Um vit tosa um eina lutvíst stutta og avmarkaða tíð at fáa markið uppá pláss, so haldi eg tað hevði verið skilabetri av føroyskum politikarum at bíðað við at bjóða økið út. Men tosa vit um 5 til 6 ár, sum jú er ein møguleiki,um málið fer til Haag, so eri ivasamur um, hvat er best at gera.
Tony Rochester sigur, at eru útlit fyri, at marknatrætan kann loysast innan fyri eitt ár, so er tað hansara persónliga meining - tað er ikki ein Total meining - at føroyskir politikarar eiga at bíða hetta árið við at bjóða út.
-Men gera tit av at bíða í eitt ár og marknatrætan framvegis ikki er loyst tá, so hava tykkara politikarar fingið eina sera torføra avgerð at skula taka, og eg hevði ikki viljað vera ein av teimum, sum skal taka slíka avgerð.
Tony Rochester vísir við hesum á møguleikan - ella vandan fyri - at oljufeløgini fara at leita aðrastaðir, um tað dregur ov nógv út við eini avgerð um lisensrundu á føroyskum øki.
Uppá fyrispurning um oljuídnaðurin í Bretlandi leggur trýst á stjórnina fyri at fáa loyst trætuna sigur Tony Rochester seg einki kenna til tað.
-Men hevur tað týdning fyri útbjóðing í bretskum øki, at eisini Hvíta økið verður partur av komandi útbjóðingum?
-Eg haldi ikki, at tað hevur so stóran skund, tí tað hava longu verið fleiri útbjóðingar. Oljufeløgini hava fingið tillutað teigar, sum enn ikki eru kannaðir.
-So bretar hava kanska ikki so stóran skund at fáa loyst marknatrætuna við føroyingar?
-Tað eru tykkara orð, ikki míni.
Total við í útbjóðing í Hvíta økinum
Total er eitt av feløgunum, sum hevur fingið lutað øki vestan fyri Hetland. M.a. hevur felagið fleiri teigar tætt upp at føroyskum øki. Eitt nú í økjunum, sum liggja beint upp at teimum báðum teigunum, sum bretska stjórnin lutaði út herfyri (204, 14 og 15):
Tony Rochester váttar, at Total var við í hesi útbjóðing. Felagið var eitt av teimum seks samtøkunum, sum buðu uppá nýggju teigarnar, ið liggja í tí Hvíta økinum.
Tað var tó ein bólkur við Arco og Conoco, sum fekk báðar blokkarnar. Vóru teir hjá Total vónsviknir ikki at fáa annan blokkin?
-Tað vil eg ikki siga, tí vit løgdu kanska ikki nóg stóra orku í at fáa blokkarnar.
Tony Rochester sigur, at møguleiki er helst at finna olju í nýggja blokkinum, nú olja er funnin í grannablokkinum, sum BP umsitur. -Eg rokni við, at Arco og Conoco meta, at Suilven oljukeldan helst heldur fram inn í nýggja blokkin.
Total boraði annars tveir brunnar seinasta ár vestan fyri Hetland. Báðir eru ?tigh hole? tvs. at eingir upplýsingar verða latnir út. Total hevur annars ikki í hyggju at bora fleiri brunnar her í komandi ári.
Onnur øki meira áhugaverd
Hvat heldur so Totalstjórin um møguleikarnar hjá Føroyum at fáa oljufeløg at gera íløgur javnmett við onnur øki í heiminum
-Øll oljufeløg mugu javnviga føroyska økið við onnur øki, har tey hava møguleikar. Hóast hetta økið við europeiskum eygum sær áhugavert út, so er tað ikki kappingarført við mong onnur øki uttan fyri Europa. Tað finnast nógv onnur øki kring í heiminum, sum eru meira áhugaverd fyri mong oljufeløg enn økini vestan fyri Hetland og við Føroyar. Fyri tey oljufeløg, sum ikki hava atgongd til øki aðrastaðni, er at siga, at Atlantsmótið stendur ovarliga á listanum fyri áhugaverd øki í Europa.
Tony Rochester viðgongur, at tað er ikki minst takkað verið fundunum Foinaven, Schielhallion og Suilven, at áhugin fyri Atlantsmótinum er so stórur, men hann vísir á, at fyriuttan hesi fundini hava ikki verið onnur fund gjørd. Sjálvt BP hevur borað fleiri turr hol í økinum nýliga.
Hann sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga, um Atlantsmótið goymir mangar aðrar oljukeldur, og tað er heldur ikki vist, at oljufund av tí serliga slagnum, sum longu eru funnin her, verða gjørd aðrastaðni eisini, eitt nú við Føroyar.
Tony Rochester viðgongur, at av tí at eingir brunnar eru boraðir á føroyskum øki og hetta tí er eitt jomfrúiligt øki, so er áhugin fyri tí er stórur. Vónirnar at finna elefantar eru gularótin.
-Men vit eiga ikki at seta vónirnar ov høgt, tí hugsa vit um Barentshavið, so vóru vónirnar stórar til olju har fyri meira enn 10 árum síðani, og enn er einki funnið.
Summi feløg halda føroyska økið vera áhugavert onnur ikki. Hvussu við Total!
-Vit are sitting on the fence sigur kanningarstjórin hjá felagnum.